Varmakelda og opið hús í Thabor
Komandi vikuskifti verður varmakeldustevna í Fuglafirði.
Í ár telur kappróðurin við í føroyameistarakappingini, og fuglfirðingar hava fyrireikað seg at taka ímóti nógvum gestum.
Í Thabor verður opið hús leygarkvøldið kl. 22.00.
Har vera sangframførslur við Gospelkórinum Lanterna og Cantus Deo, andakt við Pól Johannesen og Thabor bjóðar suppu og drekkamunn.
So ert tú í Fuglafirði hetta vikuskiftið, er hetta ein gyltur møguleiki at steðga á og hyggja inn á gólvið í Thabor leygarkvøldið 5. juli frá kl. 22.00.
Verið hjartaliga vælkomin!
Fært tú Tíðindabræv frá Trúboðanum? Tíðindabrævið vísir tær samandrátt av greinum, sum eru komnar út seinastu vikuna. Tíðindabrævið er ókeypis og verður sent hvønn fríggjadag við telduposti. Trýst her…
.