Magni Højgaard nýggjur limur í Etiska ráðnum
Leif Olsen, sum hevur verið limur í Etiska ráðnum, síðani ráðið fór til verka 1. januar 2018, hevur valt at takka fyri seg.
Eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í almanna- og mentamálum hevur landsstýriskvinnan í heilsumálum nú tilnevnt Magna Højgaard sum nýggjan lim í Etiska ráðnum.
Magni Højgaard er 44 ára gamal og starvast sum leiðari í Rówt. Rówt er eitt uppsøkjandi og samskipandi tilboð til ung í Føroyum við álvarsomum avbjóðingum innan sálarheilsu og bundinskap. Hann hevur áður verið leiðari á sosialu eindini hjá Bláa Krossi Føroya (2015–2019), og hevur harumframt drúgvar royndir úr Danmark, har hann arbeiddi á Mændenes Hjem á Istedgade í Keypmannahavn.
Við tilnevningini av Magna Højgaard fær Etiska ráðið ein lim við breiðum innliti í sosialar og heilsuligar spurningar og við hollum royndum úr arbeiðinum við menniskjum, sum ofta liva á útjaðaranum av samfelagnum, skrivar Heilsumálaráðið.
Hinir limirnir í Etiska ráðnum eru:
Bergur Debes Joensen, sóknarprestur, formaður
Marjun Asbjarnardóttir Lómaklett, sóknarprestur og integratiónsprestur
Jógvan D. Hansen, heimsspekingur
Jóngerð Guttesen, leiðari í Roðanum
Noomi Gregersen, verkætlanarleiðari í Fargen
Arni Zachariassen, rúsviðgeri
Súsanna Mortensen, námslektari í sjúkrarøktarfrøði
Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum og burðarhjálp