Ein vælnøgd mamma: Stóra takk fyri Simba leguna
Pauli hevur smurt sær eitt rugbreyðstykki, og fortelur um væleydnaðu leguna í Nesvík farnu dagarnar.
Pauli var so heppin at sleppa við frá bíðilistanum. Hann kendi ongan á leguni. Hóast tað hevur hann havt tað gott.
Hesar legurnar eru enn eitt dømi um, hvussu einastandandi okkara land er, við so nógvum sjálvbodnum, sum geva øðrum upplivingar.
Gera vit øll eitt sindur av tí sjálvbodna, so gagnar tað í hvørjum króki, hugsi eg.
Pauli hevur ovurviðkvæmi fyri mjólk. Hetta gav leguni eitt eyka arbeiði í mun til innkeyp og matgerð. Men tað gekk alt bara upp á stás. ❤️
Stóra takk fyri Simba leguna á hesum sinni Kirkjuliga Heimamissiónin, og tað eyka sum bara varð gjørt við einum smíli.
Hetta skrivar mamma Paula, Heidi Lava Elgeirsdóttir, á sínum facebook vanga.
Greinin er endurgivin við loyvi.