Russ Taff konsert á Toftum í kvøld
Í kvøld kl. 19.30 fer eitt av størstu nøvnunum innan kristnan tónleik, Russ Taff, á pall í Føroyum. Tað er tónleikafyriskiparin Shine Events, sum skipar fyri konsertini, sum verður í Nebo á Toftum.
Russ Taff er føddur 11. november 1953 og er ein amerikanskur gospelsangari og sangskrivari, uppvaksin í Farmersville, California. Taff fekk fyrstu almennu viðurkenningina sum leiðandi sangari í gospelbólkinum “The Imperials” frá 1976 til 1981. Hann hevur eisini verið limur í “Gaither Vocal Band” og ferðast regluliga við Bill Gaither í Gaither Homecoming-konsertunum, sum nógvir føroyingar kenna.
Sum solistur er hann serliga kendur fyri sangin “We Will Stand”, ein lovsangur frá 1980unum. Hann hevur m.a. vunnið 7 Grammy-virðislønir og 11 Dove Awards frá Gospel Music Association. Billboard Magazine hevur nevnt hann “tann mest spennandi røddin í kristnum tónleiki.”
Nakrar av hansara virðisløntu útgávum eru Medals, Russ Taff og Under Their Influence, sum fevna um klassisku sangirnar “We Will Stand,” “I Cry,” “Not Gonna Bow” og “Farther On.” Tekstirnir, sum hann hevur skrivað saman við konu síni Tori, lýsa á ein ektaðan hátt hansara persónligu andaligu ferð.
Í 2018 kom heimildarfilmurin Russ Taff: I Still Believe út í yvir 700 biografum um alt USA. Filmurin greiðir frá hansara uppvøkstri í einum harðligum heimi, listarligu framgongd og sigrinum á alkoholismu. Tónleikaliga yrkisleiðin hjá Russ hevur vart í yvir fýra áratíggju og hevur merkt lívið hjá milliónum av fólkum.
Russ Taff hevur fleiri ferðir áður verið í Føroyum og hevur m.a. spælt bæði á Summarfestivalinum og á G-festivalinum.
Enn ber til at keypa atgongumerki til konsertina á atgongumerki.fo.