Skúmbað á summarleguni
Gott lag er framvegis í Nesvík, har summarlegurnar eru í hæddini 😄. Trúboðin vitjaði við myndatóli, tá ið leiðararnir vístu, hvussu ein fær ein stóran hóp av spæliglaðum børnum at fara í bað – uttan mótmæli 👧🧒🛁🙌.
Mikukvøldið fingu børnini og leiðararnir vitjan av nøkrum spælisjúkum sløkkiliðsfólkum 🚒, sum skipaðu fyri einum ordiligum skúmbaði 🫧 til alt harkaliðið. Og tað var sera væl umtókt! 💥🎉