Bíbliuskeiðið viðger týðandi evnir

Árliga Bíbliuskeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini verður í Leguhúsinum í Nesvík 21.- 24. august 2025.

Í ár verður høvuðsevnið “Tey hildu fast saman”.

Hetta er útsøgnin hjá Lukasi um tey fyrstu kristnu í Ápostlasøguni 2,42: “Og tey hildu fast saman um læru ápostlanna og samfelagið og breyðbrótingina og bønirnar”.

Á bíbliuskeiðnum verða seks tímar út frá hesum evnum og fimm áhugatímar við ymiskum evnum.

Tveir tímar verða um læru ápostlanna og tveir um heilaga samfelagið (meinigheitina). Síðani verður ein tími um breyðbrótingina og ein um bønirnar.

Seinnapartin leygardagin verða fimm áhugatímar, sum verða tvær ferðir, so fólk kunnu velja tveir teirra. Teir verða um dóp, sangur og lovsangur, endatíðin, undur og tekin og bíbliubólkar: Hví og hvussu?

Skráin er gjørd og verður send Missións- og Meinigheitshúsum ein av fyrstu døgunum.

Tilmelding er neyðug og fer fram á atgongumerki.fo

Seinasta freist at tekna seg er mánadagin 18. august.

Vælkomin!

Les meira her…

LES EISINI  Skráin fyri Bíbliuskeiðið í Nesvík 26. til 29. august 2021
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina