Er moralsk ósemja tað sama sum homofobi?

 Ein nýggj donsk kanning vísir, at trúgvandi fólk oftari meta samkynt parlag vera moralskt forkastiligt – og granskararnir nevna hetta sum eitt tekin um homofobi. Hetta hevur elvt til kjak í Danmark, serliga millum kristnar felagsskapir, sum halda, at hetta er ein ov einføld og stigmatiserandi niðurstøða. 

Kanningin er gjørd av Morten Frisch, yvirlækna, og starvsfeløgum hansara á Statens Serum Institut. Teir hava greinað støðutakanina hjá donskum borgarum til samkyndleika og sett svarini í samband við trúgv og móttøku av seksualundirvísing hjá svargevunum. Sambært Frisch er ein “sera sterk trúarbronglan” í svarunum, og hann heitir á politikarar um at taka stig. 

Fleiri kristnir bólkar taka tó greitt frástøðu frá hugskotinum um, at moralsk mótstøða móti samkyndum gerðum skal verða tað sama sum homofobi. 

Asbjørn Asmussen, samskiftisstjóri í Indre Mission, sigur: 

“Eg haldi fast við, at mín moralski mótvilji móti einum samkyndum lívsstíli ikki ger meg til ein fígginda av mínum samkyndu medmenniskjum. Homofobi er fyri meg líka moralskt óakseptabult sum sex millum tvey av sama kyni.” 

LES EISINI  Átrúnaður í almenna rúminum 1. partur

Hann leggur dent á týdningin av at skilja ímillum at finnast at einum atburði og at vraka menniskju: 

“Vit mugu kunna virða hvønn annan sum javnbjóðis medmenniskju uttan at noyða hvønn annan til at trúgva og halda tað sama. Um ikki, hava vit skapað eina einræðis samfelagsmoralska skipan.” 

Orðaskiftið reisir spurningin um, hvørt tað í einum fólkaræðisligum samfelagi enn er rúm fyri moralskum ósemjum – uttan at tað verður tulkað sum hatur. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina