Talvudagur fyri Føroysku Sjómansmissiónina
Tíðindaskriv: Sunnudagin 20. juli, sum er fimti sunnudagur eftir trinitatis, er vanligi talvudagur í kirkjunum fyri Føroysku Sjómansmissiónina.
Talvudagurin er ein týðandi partur av fíggjarligu orkuni hjá Sjómansmissiónini.
Síðani 1918 hevur Sjómansmissiónin havt skipað arbeiði millum sjófólkið. Høvuðsuppgávan er at fáa Guds orð út til sjófólkið.
Tí gevur Sjómansmissiónin bókakassar til øll føroysk skip. Samstundis verður hjúklað um sjófólkið við vitjanum, jólapakkum, geymum við kristnum sangum, andaktum, o.ø.
Alt arbeiðið hjá Sjómansmissiónini verður fíggjað við innsavningum og øðrum gávum.
Aftur í ár er bøn og vón okkara, at tikið verður væl undir við hesi áheitan. Takk fyri!
Føroyska Sjómansmissiónin hevur konto í peningastovnunum:
- Bank Nordik 6460-151.120.5
- Eik Banki 9181-497.551.2
- Norðoya Sparikassi 9865-103.429.9
- Suðuroyar Sparikassi 9870-428.207.9
.