OM Føroyar nevndin hevur skipað seg av nýggum

Fleiri nýggj andlit eru at síggja í OM nevndini, ið hevur skipað seg av nýggjum. Pól Johannesen úr Klaksvik og Tórheðin Jensen úr Norðagøtu eru nýggir nevndarlimir.

Pól er komin í nevndini fyri Randi Joensen, ið seinastu 10 árini trúføst hevur umsitið nógv praktiskt arbeiði í OM Føroyar. Umframt at hava verið kassameistari, hevur hon eisini givið stórt íkast í ymiskar postar í TeenStreet Føroyar. Hennara umsorgan og áhaldni í bøn fyri okkara trúboðarum eru fyrimyndarlig og høgt virðismett. Vit takka Randi fyri tíðina í nevndini.

Durita J. Jacobsen, ið kom í nevndina í 2020, er vald nevndarforkvinna eftir Jens Christian Olsen, ið hevur sitið í nevndini síðani 2016. Seinasta fýra ára skeiðið, frá 2021-2025, hevur Jens verið nevndarformaður í OM Føroyar.

Vit takka Jens fyri fyrimyndarliga gott arbeiði, og fyri hansara trúgva og áhaldandi eldhuga fyri OM Føroyar og OM úti í heimi. Trúfesti og nærlagni hava merkt hansara arbeiðið, og leggur hetta lunnar undir víðari virksemi hjá nýggju nevndini.

LES EISINI  10 ára føðingardagur hjá OM Føroyum

Nýggja nevndarforkvinnan, Durita J. Jacobsen, býr í Havn, arbeiðir sum fólkaskúlalærari, og saman við manninum, Hans Davidi Dam Jacobsen, hevur hon virkað sum langtíðartrúboðari í tíðarskeiðnum 1994-2005. Fyrst 7 ár í Rumenia og síðani 4 ár millum maori fólki í Ný Sælandi.
OM Føroyar takka Randi og Jens fyri, at tey bæði halda áfram í OM Føroyar sum sjálvboðin.

Nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Nevndarforkvinna: Durita J. Jacobsen
Næstforkvinna: Guðrun Elttør
Skrivari: Kristianna Johannesen
Nevndarlimur: Pól Johannesen
Nevndarlimur: Tórheðin Jensen

Vit ynskja Harrans signing yvir nýggju nevndina.

Pól Johannesen er ikki við á myndini omanfyri. Vit á Trúboðanum eiga sjálvandi eina mynd av Pól og hana fáa tit her. 🙂

Pól Johannesen, trúboðari

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina