Kristnar kvinnur vaska fangum í Brasil um føturnar

Í einum kvinnufongsli í landspartinum Goiás í Brasil gjørdi ein bólkur av kristnum kvinnum eitt evangeliskt átak, sum rørdi bæði fangarnar og tey, sum luttóku.

Við íblástri úr frásøgnini úr Nýggja Testamenti, tá ið Jesus tváaði føturnar á lærusveinunum (Jóh 13). Kvinnurnar fingu eisini høvið at geva fangunum breyð og vín (kvøldmáltíðina), at biðja fyri teimum og at boða gleðiboðskapin um Jesus Kristus.

Presturin, Shaila Manzoni, úr IDE-kirkjuni í Brasilia, hevur í fleiri ár arbeitt í fangahúsum við sínum egna felagsskapi: A.M.E. (Ame Mulheres Esquecidas – Elska Gloymdar Kvinnur). Felagsskapurin hevur til endamáls at hjálpa og stuðla fongslaðum kvinnum.

– Jesus býður okkum at liva evangeliið við ítøkiligum gerðum,” greiddi Shaila frá. – Fótavaskingin er eitt kall. Boðskapurin í bíbilska tekstinum er, at eingin er vrakaður. Heldur ikki tær syndafullu kvinnurnar aftanfyri rimarnar, sigur hon.

Móttøkan í fongslinum var sera góð og hjartalig. Tær fongslaðu kvinnurnar dansaðu av gleði, sungu, grótu og bóðu, meðan tær sjálvbodnu kvinnurnar lovaðu Gudi uttanfyri rimarnar. Fleiri kvinnur vórðu eisini doyptar.

LES EISINI  Dramastykki: Fylgið mær

Ein dreymur gjørdist til veruleika

Felagsskapurin A.M.E. varð stovnaður í 2018 eftir ein persónligan dreym, sum Shaila Manzoni hevði – ein dreymur, har hon sá seg sjálva taka sær av gloymdum kvinnum í einum fongsli. Tvey ár seinni, í 2020, vitjaði hon fyrstu ferð í einum fongsli. Hetta gjørdist byrjanin upp á ymsar sosialar verkætlanir við tí endamáli at endurreisa og  hjálpa fongslaðum kvinnum.

Síðani tá hevur felagsskapurin veitt handaligan og andaligan stuðul, útbúgving og løgfrøðiliga hjálp til fongslaðar kvinnur. Í fimm ár hevur A.M.E. vaska meira enn 800 kvinnum um føturnar, doypt 202 kvinnur, býtt út túsundtals matpakkar og reinførislutir og skipað fyri 555 løgfrøðiligum ráðgevingum.

Tær hava eisini skipað so fyri, at fangar, sum ongar vitjanir fáa, kunnu seta seg í samband við “gudmøður”, so tær kunnu veita teimum stuðul og kærleika.

– Heiminum dámar væl hagtøl, men hetta er ikki bara tøl og hagtøl – hetta er prógv um, at ein annar vegur er møguligur,” sigur Shaila. “Eitt trygt og gott samfelag er ikki eitt samfelag við túsundtals fangum, men eitt samfelag, sum hjálpir og endurreisir – og sum ikki bara sleppur teimum upp á fjall, sigur hon at enda.

LES EISINI  Dramastykki: Fylgið mær

Kelda: Christian Daily International

Sí myndir og video niðanfyri...

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina