Seinasta freist at tekna seg til 17+ leguna í Nesvík, er á midnátt í kvøld
Freistin at melda seg til 17+ leguna, sum verður í Nesvík komandi vikuskifti, er á midnátt í kvøld.
Evnið á leguni í ár er: Hvat er endamálið við lívinum – hví eri eg til? –> vit fara at baksast við teir djúpu spurningarnar. Forvitin? So er at koma við!
Bæði um tú hevur verið við fyrr, ella um tú ongantíð hevur roynt hetta áður – kom við!
Undirvísarar eru Petur Súni Jacobsen, Bergur D. Joensen, Suni Justinussen og Marjan Kass Nielsen. ![]()
Og so er tað lovsangurin! Og hugnin við massar av spølum, kaffi, mati, práti, fótbólti, rógving í hylinum, hopping á hoppipútuni, gongutúri – og ein serlig gospel-kór verkstova til tey, sum hava hug, við Ingmar Berg Mikkelsen, sum stjórnar gospelkórinum Brak. Alt møguligt gott á skránni!
Enn er pláss. Tekna teg til 17+ á https://mission.atgongumerki.fo/?eventId=3010801
Trúboðin


