Settur í frælsi frá leinkjum, sum bundu Kais í ótta 

Tá Kais, frá Tunesia, kom í eina sálarkreppu, royndi hann at finna ugga og troyst í átrúnarligum siðvenjum. Men ikki fyrr enn hann gjørdist varur við Guðs kærleika, sum rekur óttan út, broyttist lív hansara. 

Eftir lokna útbúgving á universitetunum, kom hann í sálarneyð. Kais sendi boð til Sat7-hjálpartoymið við hesum orðum: »Eg eri yvirtikin av ótta og gerist meira og meira einsamallur.» 

Kais vónaði, at hansara átrúnarliga bakland kundi hjálpa. ”Eg royndi at nærkast Guði fyri at yvirvinna óttan, men tær siðvenjur, sum eg var vanur við, hjálptu mær einki, alt kendist bara stívt og deytt. Eg kendi eina trongd til at leita víðari. Meðan eg sjálvur royndi at hála meg upp úr myrkrinum, leitaði eg ráð hjá sálarrøktarfrøðini og las ymiskt tilfar til sjálvhjálp sum góvu mær ymisk svar. Í hesi sváru tíð, rakti eg við rásir í sjónvarpinum og bøkur, sum á ein vakran máta umtalaðu Kristi lyndiseginleika. Eg kendi ein longsul eftir at læra meira um hendan Jesus Kristus. 

LES EISINI  SAT7: Libanon uttan streym

Eftir at hava hugt eftir Sat7 í nøkur ár, avgjørdi Kais at biðja um hjálp. ”Í byrjanini helt eg meg aftur við at senda eini boð um hjálp, men tørvurin og longsulin eftir at koma í samband við onnur og fáa vinir sum eg kundi samskifta við, vunnu á óttanum” Í Norður Afrika kenna tey kristnu seg ofta avbyrgd. Sat7-rásirnar senda bíbliuundirvísing og upplæring í lærusveinaskapi. ”Eg kann ikki útliva mína trúgv frítt, av tí at eg ikki havi nakran trúgvandi rundan um meg.” sigur Kais. ”Allur mín lærdómur kemur frá netinum, har eg lurti eftir lovsangum og prædikum online.” 

Tá Kais kom í samband við Guð, broyttist lív hansara. Men hann møtti eisini nýggjum avbjóðingum, sum at vera avbyrgdur. Tað merkir, at hann framhaldandi hevur brúk fyri stuðli og stimbran. Sat7- hjálpartoymið  stuðlar honum væl, við at biðja saman við honum, stimbra honum á hansara dagligu trúarferð og vísa honum á viðkomandi og týðandi bíbliuørindi. «Tann sum heldur seg til Harran og lítir á hann, fellir ikki» sigur Kais. «Tað er eingin ótti í Harrans nærveru.» 

LES EISINI  Hóast avbyrging: Av Guðs náði elska vit Jesus

Av trygdarávum eru mynd og navn broytt. 

Kelda Sat7, leystliga umsett. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina