Føroyska Bíbliufelagið vitjar í Rituvíkar kirkju

Føroyska Bíbliufelagið vitjar javnan kirkjur og samkomur um alt landið.

Sunnudagin 7. septembur kl. 11.00 vitjar stýrið í Føroyska Bíbliufelagnum Rituvíkar kirkju.

Føroya biskupur, Jógvan Fríðriksson, sum eisini er forseti í Bíbliufelagnum, prædikar.

Bergur Debes Joensen, sum er formaður í Bíbliustýrinum, kunnar um virkið og ætlanir felagsins og talvan gongur fyri Bíbliufelagið.

Bíbliufelagið er felagskirkjuligur felagsskapur, og umboðar flestu kirkjur og samkomur í landinum. Endamálið er, at útgeva og breiða út Bíbliuna og bíbilskt tilfar, til allar føroyingar, so øll skulu hava møguleika at lesa Bíbliuna.

Bíbliufelagið er limur í Sameindu Bíbliufeløgunum (UBS), sum er virkið í fleiri enn 200 londum kring heimin.

Í løtuni arbeiðir Bíbliufelagið við nýggjari Bíbliuútgávu, sum Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskupur og David Johannesen hava umsett. Hetta er fyrsta bíbliuumsetingin úr grundmálunum síðani 1961.

Føroyska Bíbliufelagið stuðlar eisini bíbliuarbeiði í øðrum londum. M.a. hava føroyingar stuðla Ukrainska Bíbliufelagnum og sjónvarpsrásini Sat 7, ið ger kristiligar og mennandi sendingar, ið síggjast í stórum parti av Miðeystri.

LES EISINI  Kirkjur frá sær sjálvum eftir fleiri Bíblium

Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum verður fíggjað av stuðlum og gávum, og møguleiki er at stuðla arbeiðinum umvegis heimasíðuna www.biblia.fo 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina