Leiðararáðstevnan verður 20.sep.
Í ár verður aftur møguligt hjá sunnudagsskúla- og juniorleiðarum at fara á leiðararáðstevnu. Dagurin verður hildin í Meinigheitshúsinum í Havn.
Til ráðstevnuna koma tveir ráðgevar frá Danmarks Folkekirkelige Søndagsskoler (DFS) at hava undirvísingina, Berit Skødt og Frederik Meyer Olsen. Bæði hava í nógv ár arbeitt hjá DFS og hava ymiskar royndir, alt við endamálinum at geva tað størsta til tey minstu.
Tiltakið er ókeypis, tó er neyðugt við tilmelding. Tað kanst tú gera á mission.fo/tilmelding.
Ráðstevnan er fyri allar sunnudagsskúla- og juniorleiðarar. Til fyrstu undirvísing eru vit øllum saman. Har er evni “ymiskleiki millum børnini”, sum lýsir at børn eru ymisk bæði persónsliga og í aldri. Hvussu taka vit atlit til hetta í arbeiðinum hjá okkum? Henda tíma fer Berit at hava.
Síðan eru trý umfør av áhugatímum, har tveir eru í samstundis. Til ber at velja seg inn á annan.
Áhugatímar
- Sig frá við royndum v/ Frederik
Hvussu brúka vit ymiskar evnafrøðiligar royndir, at fáa boðskapin um Jesus fram?
Vit læra nøkur konkret tips, hvat vit kunnu royna í okkara sunnudagsskúla ella juniorarbeiði, við at brúka vanlig ting. Tað er ikki neyðugt at hava vitan innan evnafrøði áðrenn.
Áhugatímin verður 2 ferðir, og mest 20 kunnu luttaka til hvønn tíma. - Børn og bøn v/ Jóhan
Vit læra um bøn og børn. Vit royna eitt amboð, har vit taka børnini við í bønina í sunnudagsskúla ella juniorarbeiðir.
- Spøl saman við børnum v/ Berit
Hugskot og tips til spøl at spæla saman við børnunum. - Drama við børnum /Frederik
Vit læra hvussu børnini kunnu vera við í dramastykkum í sunnudagsskúla og juniorarbeiði - Boðan fyri nýbyrjaðar, og tey sum ikki hava roynt tað enn. v/ Berit
Hvat er tað at hava bíbilsøgu og hvussu fyrireikar vit okkukm.
Skrá:
- Kl. 09.30 Morgunmatur
- Kl. 10.00 Ráðstevnan verður sett
- Kl. 10.15 Ymiskleikin millum børnini
- Kl. 11.30 Áhugatímar
- Kl. 12.30 Døgurði
- Kl. 13.15 Áhugatímar
- Kl. 14.30 Áhugatímar
- Kl. 15.30 Felags endi
Tað eru eisini fríløtur, har tíð verður at práta samn, vitja bókaborð og njóta ein góðan kaffimun.