Stilla upp til kirkjuráðið!

Hevur tú eina meining um, hvussu kirkjan skal síggja út og virka, er møguleiki fyri at gera teg galdandi lokalt við at stilla upp til kirkjuráðsvalið 4. november 2025.

Valevnislistar og listar við stillarum skulu vera latnir valstýrunum hjá teimum einstøku kirkjuráðunum í seinasta lagi 23. september klokkan 22.00.

Uppgávan hjá kirkjuráðum

Kirkjuráðið í kirkjusóknini skal tryggja kirkjuliðnum góð kor fyri lívi og vøkstri í trúskapi móti lærugrundarlagnum hjá fólkakirkjuni.

Kirkjuráðið stjórnar kirkjuni í kirkjusóknini og hevur ábyrgd av fíggjar- og fyrisitingarviðurskiftunum.

Uppgávan hjá kirkjuráðslimum er tí at taka sær av dagliga rakstrinum av kirkjuni, so bygningurin er í góðum standi. Ráðini skulu skapa kirkjuni bestu kor fyri lívi og vøkstri.

Harumframt skulu kirkjuráð

  • hava eftirlit við at økið rundan um kirkjuna er tignarligt
  • kalla fólk til tænastuna sum kirkjutænarar: deknur, urguleikari og klokkari
  • taka sær av tí praktiska við atliti at sosialari samveru (kaffi + kaka/matur)
  • áseta klokkutíðina fyri gudstænastuni sunnu- og halgidagar
  • áseta dagin, tá ið tey ungu verða fermd
  • góðkenna ta kirkjuligu skipanina (liturgi), ið nýtt verður á staðnum
  • avgera talvudagarnar, um ella tá ið samlað verður inn undir gudstænastuni
  • velja 4 limir í Próstadømisráðið og ein lim í Føroya Stiftsstjórn
  • velja sóknarprest/dómpróst og biskup
  • vera virkin samstarvspartnari hjá presti / dómprósti / biskupi og Mentamálaráðnum, t.d. umvegis Felagið fyri Kirkjuráðslimir.
LES EISINI  Kirkjuráðsval verður 4. november 2025

Val í stóru kirkjusóknunum

Í kirkjusóknum við 500 og fleiri kirkjufólkum skal vera val, sjálvt um bert ein listi kemur inn. Kemur bara ein listi inn, er val millum teirra, ið eru á listanum.

Hetta er galdandi í teimum størru bygdunum við fleiri enn 500 kirkjufólkum, har val skal haldast eftir teimum reglum, sum eru galdandi. Valevnislistar og listar við stillarum skulu í hesum bygdum latast forfólkinum í valstýrunum.

Smærri kirkjusóknir

Eitt sindur øðrvísi er fyri tær smærru bygdirnar. Har er beinleiðis val ikki neyðugt, men kirkjuráðið kann veljast við friðarvali, sum fyriskrivað niðanfyri:

“Í kirkjusóknum upp til 499 kirkjufólk kann verða friðarval, um einans ein listi kemur inn. Um so er, skulu stillararnir raðfesta valevnini, og siga frá, hvør kemur at sita í kirkjuráðnum sum valdur limir, og hvør er eykafólk.”

Greinilig frágreiðing um, hvussu farið verður fram í samband við kirkjuráðsval sæst við at trýsta á niðan fyri standandi leinki á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni her

LES EISINI  At loysa sóknarband og kirkjuráðsvalið

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina