Eldri systkin vísa veg – byrja dagin við Guðs orði og forbøn
Í einum heimi í Klaksvík eru fýra systkin, frá 77 – 87 ár, sum hava funnið ein dýrabaran hátt at byrja dagin upp á. Hvønn morgun møtast tey hjá einari systur, Henny kl. 9.30 – ikki bara at fáa sær morgunmat, men fyrst og fremst at hava eina løtu saman við Gudi.
Dagurin byrjar við einum sangi úr Guds fólks sangbók. Røddirnar hjá teimum eldru ríma saman í einum tóna, sum vitnar um trúfesti og lívsroyndir. Eftir sangin lesa tey eitt andaktstykki, sum gevur orð og áminningar at bera við sær inn í dagin.
Eftir lesnaðin fylgir bønaløtan, og hon hevur stóran týdning. Tey hava ein langan lista við menniskjum, sum tey nevna fyri Harranum. Hetta eru menniskju, sum eru sjúk, sorgarbundin, og onnur, sum hava tað tungt. Hetta er forbøn í praksis – ein kærleiksgerð, har onnur verða lyft upp og borin fram fyri Harran, dag eftir dag, ár eftir ár.
Tá bønirnar eru bidnar, syngja tey aftur ein sang, og so verður boðið til borðs. Hetta, sum hjá øðrum kundi verið ein vanligur morgunmatur, verður soleiðis til eina heilaga løtu – ein rík og gevandi morgunstund, har bæði likam og sál fáa sítt.
Hóast tey vanliga eru fýra, vóru tey hendan morgunin seks. Ein systur, sum býr í Íslandi, var á vitjan, og onnur systir úr Havn kom eisini inn á gólvið við tveimum av sínum børnum. Tað gjørdi løtuna serliga hátíðarliga, og var tað eitt ríkt vælsignilsi at síggja so nógv savnað til sang, bøn og orð.
At hesi systkini hava hildið fast í hesi siðvenjuni hvønn einasta dag er eitt sterkur vitnisburður. Tað minnir okkum á, hvussu týdningarmikið tað er at seta tíð av til Guds orð, til sang og til forbøn – ikki bara fyri okkum sjálvi, men eisini fyri onnur.
Í einum samfelagi, har nógv hava ilt við at fáa tíðina at røkka til, er hetta eitt gott dømi um, at tað, sum ger størstan mun, ofta er tað, sum ikki er so sjónligt – men sum ger lívið ríkari og gevur styrki bæði til tann einstaka og til felagsskapin. Hetta kann vera ein íblástur til okkum øll. Tí forbøn er ein kærleiksgerð, sum ber frukt – bæði her í lívinum og í ævinleikanum.