Hóast atsókn taka mong ímóti Jesusi

Í Asia taka mong ímóti Jesusi. Hetta hendir hóast forfylging og atsókn. – Nú standa vit við eitt avgerandi vegamót, og tað hevur skund at stovna fleiri meinigheitir, sigur ein av undangongumonnunum.

Trúgv kostar

– Ein av okkara meinigheitsstovnarum setti seg á einfalda teppið uttanfyri húsið hjá hjúnunum Rahim og Amina. Við einum hjartanemandi tóna deildi hann gleðiboðskapin um Jesus, sum broytir lív: «Jesus elskar tykkum – og hann gav sítt lív fyri tykkum.»

Orðini rørdu hjúnini djúpt. Kvøld eftir kvøld lurtaðu tey. Og eitt kvøld tóku tey ta djarvastu avgerðina í lívinum: tey søgdu ja til Jesus. Saman við elsta syni sínum lótu tey seg doypa.

Men atburðurin frá grannalagnum var einki at taka feil av.

Atsøkt og hótt

– Fyrst komu tey hørðu eygnakastini. So komu hóttanirnar. Eina nátt vaknaði Rahim av ljóði uttanfyri húsini. Tá ið hann royndi at lata hurðina upp, skilti hann, at grannarnir høvdu birt upp fyri hurðina, so tey sluppu ikki út. Áttu  tey at flýggja? Hvar skuldu tey fara?

LES EISINI  Av ótta fyri ágangi torir Bretland ikki at geva Asia Bibi friðskjól

Søgan um Rahim og Amina er sterk. Men tíverri ikki serstøk. Trúgvin á Jesus kostar, og atsóknin er verulig. Men góðu tíðindini eru, at hóast umstøðurnar eru harðar, so veksur Guds kirkja.

Seinasta árið hevur okkara lítla starvsfólkatoymið stovnað heilar níggju nýggjar meinigheitir! Og júst nú fylgja tey upp við meira enn 100 muslimum, sum vilja læra Jesus at kenna!

– Nú eru vit við eitt avgerandi vegamót: Starvsfólkatoymið er lítið. Tí eru alt ov nógv nýggj kristin einsamøll – uttan felagsskap, uttan undirvísing og uttan tað trygd, tað er, at vera knýtt at øðrum, sum eisini trúgva á Jesus Kristus.

Tí seta vit fleiri meinigheitstovnarar, soleiðis at nýggj kristin systkin ikki standa einsamøll móti fjøldini, við ótta, forfylging og einsemi.

Kelda: Normisjon

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina