HMU Lovsongur gevur út fyrsta staklag

Ein nýggjur lovsongsbólkur sær í dag dagsins ljós í Føroyum. HMU (Heimamissiónsungdóms) Lovsongur gevur í dag út sítt fyrsta staklag – eina nýtulking av hinum vælkenda sálminum “Mín Jesus, lat mítt hjarta fá.”

Sangurin, ið varð tikin upp á 17+, hevur fingið eina fríska og nútímans ljóðmynd, men varðveitir samstundis tann sterka og einfalda boðskapin, sum er í tí aldargamla sálminum. Bólkurin vónar, at útgávan fer at verða til signingar og uppbyggingar, og at orðini, ið hava ljóðað á føroysku klettunum í eina øld – júst 100 ár eru liðin, síðani Jákup Dahl yrkti tey í 1925 – nú aftur kunnu fáa nýtt lív og av nýggjum seta rót í hjørtum føroyinga.

“Mín Jesus, lat mítt hjarta fá
ein slíkan hug at tær,
at nátt og dag tú vera má
ómissandi hjá mær.”

Mátti Jesus Kristus, hin krossfesti, sum ofraði seg sjálvan fyri at bjarga okkum verði okkara alt og okkara álit – Hann, sum kann bera okkum gjøgnum alt, og leiða okkum inn í hitt æviga lívið, tá ‘mítt hjarta aftnar her’, verður sagt frá bólkinum.

LES EISINI  Fjarðastevna í góðveðri 

Sterk manning

Lovsongsbólkurin er mannaður við bæði royndum og yngri tónleikarum:

Anton í Liljudali – kassagittari & vokal
Fríðunn í Liljudali – vokal
Teitur Poulsen – vokal
Sanna Hentze Davidsen – vokal
Helena Sunnsker – vokal
Dávid Olsen – trummur
Ámundur Berthelsen – slagverk
Jónas Thomsen – bassgittari
Jón Rói Høgnesen – kassagittari
Einar Poulsen – ravmagnsgittari
Hallur Reynslág – ljómborð 

Ljóðtøkningarnir vóru Kristinn Akursmørk, Salomon Skorastein og Jóhannes Berthelsen. Framleiðslan er gjørd av Antoni í Liljudali og Símuni Dam, ið eisini hevur ljóðblandað lagið.

Til endans varð sangurin sendur til USA, har Drew Lavyne, ið millum annað hevur vunnið Grammy fyri arbeiði sítt við Elevation Worship, hevur staðið fyri masteringini.

Sangur og tekstur liggur á YouTube síðuni hjá Heimanissiónuni: https://www.youtube.com/watch?v=IJs9-8F_Q6A

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina