Nýggj útgáva: Frásøgnin hjá Markusi um Jesus

Frásøgnin hjá Markusi um Jesus er elsti samanhangandi tekstur um lív, deyða og uppreisn Jesusar. Hjá Markusi lesa vit, hvussu nærverandi, hjartagóður og virkin Jesus var á ferðum sínum frá Galilea til Jerusalems. Jesus lærdi, grøddi sjúk og gjørdi undurverk.

Vøkru permuna hevur listamaðurin Hilmar J. Højgaard myndprýtt. Í bókini eru fleiri listaverk við bíbilskum motivum eftir sama listamann, og hesi seta ein heilt serligan dám á frásøgnina.

Martin Luther gav í síni samtíð út Nýggja Testamenti við endamálinum at týða í ein málbúna, sum gav vanliga fólkinum høvi at skilja tekstin.

Føroyska Bíbliufelagið gav í 2017 Nýggja Sáttmálan út, har Nýggja Testamentið er týtt til gerandismál. Hetta arbeiðið hevur verið endurskoðað, og nú er fyrsta úrslitið her: ein útgáva við Frásøgnini hjá Markusi um Jesus.

Frásøgnin er í einum gerandis málbúna og hóskar sera væl til teirra, sum ikki eru von at lesa bíbilskan tekst og til teirra, sum hava hug at lesa Bíbliuna á einum gerandis samtíðarmáli.

LES EISINI  Perlen i sandet – nýggj roman frá Lohse forlag

Vit vóna, at bæði nýggir lesarar og tey, ið kenna tekstin frammanundan, fáa góðar og gevandi lesiløtur við Frásøgnini hjá Markusi um Jesus. 

Bókin kostar 179,- kr. og fæst til keyps á manna.fo

Frásøgnin hjá Markusi um Jesus
(Endurskoðað útgáva úr Nýggja Sáttmálanum) 
© 2025 Forlagið Bókin – Føroyska Bíbliufelagið
Listafólk: Hilmar J. Højgaard
Umbróting, prent og liðuggerð: Føroyaprent

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina