Nýtt stýrið sett fyri Hotel Ørkina í Reykjavík

Hósdagin 2. oktober tók nýtt stýrið við fyri Hotel Ørkina í Reykjavík. Nýggja stýrið er sett í samband við, at leiðslan í Kirkjuligu Heimamissiónini hevur gjørt av at umskipa virksemið á Ørkini, so tað framyvir verður rikið sum eitt hotel burturav. 

Í nýggja stýrinum eru Jákup Brúsá (aðalskrivari í Heimamissiónini), Kristian Reinert Davidsen (stjóri á Føroya Tele), Jenny í Heiðunum (stjóri á Hotel Djurhuus), Ragnar Snær Karlsson (fyrrv. leiðari á Ørkini frá 2013-2020) og Magnus R. Elleby (rakstrarleiðari fyri øll hotellini hjá Donsku Sjómansmissiónini í Grønlandi).

Í fjør varð Sabrina Bluhm sett sum leiðari á Hotel Ørkini. Hon er 35 ára gomul og hevur arbeitt á Ørkini seinastu 7 árini.

Nýggja stýrið møttist á Hotel Ørkini í Reykjavík hósdagin og hevur skipað seg við Jákupi Brúsá sum formanni, Jenny í Heiðunum sum næstforkvinnu og Ragnar Snær Karlsson sum skrivara.

Í júst fráfarna stýrinum hava sitið Torleif Johannesen (formaður), Sverri Steinhólm (næstform.), Jákup Suni Lauritsen, Jonhard Joensen og Absalon Olsen, og hevur hetta nú latið fakkilin yvir til nýggja stýrið at leiða arbeiðið víðari.

LES EISINI  Føroysku møtini á Ørkini byrja aftur

– Vit takka fráfarna stýrinum fyri teirra trúfasta arbeiði, sigur Heri Kjærbo, formaður í høvuðsstýrinum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini / Føroysku Sjómansmissiónini, sum eigur Hotel Ørkina, sjómansheimið í Reykjavík. Stórar ábøtur eru gjørdar við Ørkina. Eitt nú vórðu øll vindeygu skift í fjør við sjálvbodnari arbeiðsmegi. Nú verður arbeitt við at skipa hotelvirksemið og missiónsarbeiðið hvør sær, har nýggja stýrið hevur fokus á at fáa fíggjarliga burðardyggan rakstur í hotellið.

Hotel Ørkin í Reykjavík.

Missión í Íslandi

Ørkin hevur í mong ár verið missiónsdepil hjá Føroysku Sjómansmissiónini í Íslandi, men tíðin er búgvin til at endurhugsa, hvussu vit reka hotel- og missiónsvirksemið hvør sær. Partur av nýggju strategiini hjá Heimamissiónini er at byrja missiónsarbeiði í útnorðri í samstarvi við staðbundnar rørslur, har tað er møguligt. 

Í hesum sambandi er samstarvsavtala gjørd við Kristniboðsambandið (SÍK) í Íslandi, har tað framyvir verður sett meira fokus á eitt nú at hjálpa við at menna ungdómsarbeiðið í Íslandi. Avtala er eisini gjørd við SÍK um, at føroysk toymir kunnu hava møtir í teirra hølum, so missiónsarbeiðið verður meira knýtt at einum andaligum felagsskapi á staðnum.

LES EISINI  Møti á Ørkini í morgin

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina