Frá burturvístum muslimi til djarvan Jesus eftirfylgjara

Omar* er ílatin eina svarta t-troyggju (t-shirt) við hvítum prenti. Á bringuni stendur við stórum bókstavum: “Jesus”, og á bakinum stendur: “Jesus er tann einasti sanni kærleiki.” At síggja slíka t-troyggju er óvanligt í Marokko, har Omar býr. Í hesum norðurafrikanska landinum verða allir marokkanarar hildnir at vera muslimar. Kortini eru í flestu býunum smáir bólkar av marokkanskum kristnum, sum hittast í húskirkjum.

Í Marokko er tað eingin trupulleiki at vera kristin – um tú ert útlendskur ríkisborgari. Men ert tú marokkanskur ríkisborgari, verður tað nógv truplari. Millum 5.500 og 6.000 marokkanarar eru kristnir. Teir hittast loyniliga í húskirkjum, og nakrar húskirkjur hava bert tveir kristnar limir.

Sum kristin veit Omar, at hann tekur ein stóra váða við at ganga í eini t-troyggju, sum kunnger kærleika hansara til Jesus. Tí er hann oftast ílatin t-troyggjuna, tá hann er heima. Í heiminum er eingin ivi um, at har býr ein kristin: ein krossur hongur á vegginum, fleiri bíbliuvers eru at síggja í stovuni, og ein Bíblia liggur opin á borðinum.

Omar er 30 ára gamal og hevur verið kristin, síðan hann var 16. “Tá ið eg gav lív mítt til Jesus, helt eg, at eg var einasti kristin í landinum,” sigur hann.

Hetta er ein vanlig kensla hjá kristnum í Marokko, har mong nýumvend kristin eru púra einsamøll tað fyrstu tíðina. Seinni fann Omar útav, at fleiri onnur vóru kristin í Marokko.

“Tá ið eg fyrstu ferð møtti øðrum kristnum, sá eg tað sum ein fantastiskan møguleika fyri, at trúgv mín kundi vaksa. Tað var og er sera gott at prísa Gudi saman við øðrum kristnum,” smílist Omar.

Leiðin til Jesus hjá Omar førdi til nógvar spurningar. Hann vaks upp sum muslimur, fór dagliga í moskuna við pápa sínum og kundi fleiri vers úr Koranini uttanat.

LES EISINI  Fyrrverandi Hizbollah hermaður upplivdi megina í Jesusi Kristi

“Ein dag spurdi eg pápa mín, hví Gud ikki dámar kristnar og jødar. Hví elskar hann bara góðar muslimar?” sigur Omar. Svarið, hann fekk, var stutt og als ikki nøktandi fyri tann unga drongin: “Spyr ikki – trúgv bara, svaraði pápin.” Hetta stutta svarið gjørdi hann bara meira forvitnan, og hann fór at leita eftir svari á internetinum. Setningurin “Gud elskar teg” tendraði nakað í honum.

“Tað gjørdi meg forvitnan, og tá ið eg leitaði víðari, las eg orðini: ‘Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. (Jóhannes 3,16). Hetta versið rørdi meg og gav mær svar upp á spurningin. Gud elskar allan heimin,” sigur Omar.

Sum 16-ára gamal tók Omar avgerð um at fylgja Jesusi og geva lív sítt til Gud, sum elskar allan heimin. Í eitt ár megnaði hann at halda trúgv sína loyniliga. Hann hevði stovnað ein falskan Facebook-profil, har hann skrivaði um Jesus. Men eftir eitt ár fann beiggi hansara profilin og segði tað við pápan.

“Pápi mín og familjan søgdu, at tey hataðu meg, og tey koyrdu meg út úr húsinum. Eg gjørdist heimleysur,” sigur Omar um fylgjurnar av, at trúgv hansara ikki longur var loynilig.

Fyrstu náttina svav hann undir opnum himli. Síðani flutti hann til ein annan bý, har hann búði í einum tilhaldi í seks mánaðir. Open Doors stuðlar slíkum tilhaldum í Marokko og øðrum norðurafrikonskum londum.

Eftir hetta fekk Omar bústað hjá eini prestafamilju, sum tók so væl ímóti honum, at tað kendist, sum um tey høvdu ættleitt hann. Hann tók eina útbúgving í videoframleiðslu, og eftir átta ár sum kristin kundi hann eisini taka sambandið uppaftur við familjuna.

Hetta hendi, tá pápi hansara – orsakað av eini familjustríði – varð koyrdur úr húsinum og tá skilti hann, hvat hann hevði gjørt móti syni sínum. “Hann ringdi til mín og bað um fyrigeving fyri alt, hann hevði gjørt. Nú hava vit eitt gott samband,” sigur Omar.

LES EISINI  Ringt at skilja Gud í hesum

“Eg kenni kærleika hansara, tá eg tosi um hann”

Tá ið Omar møtti Jesusi, varð lív hansara fullkomiliga broytt.

“Fyrr var eg ein villur, bláoygdur og bangin drongur. Gud hevur givið mær stórt dirvi – eisini til at siga frá um Jesus. Gud hevur givið mær gávur, sum eg kann brúka til at tæna honum, men tað týdningarmesta er at vita, at eg eri elskaður av Gudi. Sum muslimur hevði eg ikki ta kensluna. Eg bað í moskuni, men eg hevði einki persónligt samband við Gud,” sigur Omar.

Omar brúkar síni videoevni til at tæna Gudi. Hann nýtir tað, hann lærdi í útbúgvingini, og tað Gud hevur lagt í hann, til at bera evangeliið víðari.

“Eg havi mína egnu rás á sosialum miðlum, har eg tosi um trúgv. Hon er opin – og, so vítt eg veit, tann einasta av sínum slag í Marokko,” sigur Omar, sum nýtir dulnevni, tá hann leggur út video. Í videounum tosar hann um ymisk evni um trúnna á Jesus Kristus. Við vitnisburðum, bíbliuundirvísing og lovsongi lýsir Omar sína trúgv fyri øðrum.

“Muslimar hava nógvar spurningar, sum eg royni at svara. Eg vil eisini vísa marokkanskum kristnum, at tað er ein kirkja í Marokko,” sigur hann.

Omar vil ikki fjala trúgv sína. Tí hevur hann t-troyggjuna, sum kunnger kærleika hansara til Jesus, og tí ger hann eisini video um trúgv sína á sosialum miðlum. Hann er sannførdur um, at tað er vert at taka váðan, og at hetta er eitt kall til øll kristin.

“Sum kristin hava vit móttikið ljósið, og tað eiga vit ikki at fjala,” sigur hann. Hóast hetta kallið er hann eisini varin og veit, at kristin verða atsøkt í Marokko. “Eg tosi ikki um politikk, og eg finnist ikki at islam. Alt snýr seg um Jesus – so eg tosi um hann,” sigur Omar.

LES EISINI  Tú sært ein sterkan fólkahóp, ið telur 300 milliónir í 2030

Hann nevnir eisini ráðstevnur og undirvísing saman við øðrum kristnum, har trúgv hansara er styrkt. Samstundis lesur hann teologi á netinum gjøgnum ein skúla í øðrum landi. Bæði ráðstevnur og teologiútbúgving eru arbeiði, sum Open Doors stuðlar gjøgnum lokalar samstarvsfelagar.

Ein nútíðar Ánanias

Ein onnur síða av tænastu Omars er, at hann ferðast og vitjar kristin, sum liva einsamøll við trúnni. Hann er sum ein Ánanias í okkara tíð – ein maður, ið tekur váðan við at møtast við nýumvendum og við fólk, sum leita eftir svari um Jesus.

“Eg havi sæð, at tað, sum serliga førir marokkanarar til Jesus, er, tá ið teir skilja, at læra Jesu er sonn, og at hon snýr seg um kærleika – kærleika til næstan og sjálvt til fíggindan,” sigur Omar.

Tá ið tað ber til, setur Omar tey, hann møtir, í samband við onnur kristin ella eina húskirkju nærhendis.

Kirkjan í Marokko kann ikki samanberast við kirkjur í Vesturheiminum. Tey kristnu í Marokko hittast í húskirkjum og ikki í kirkjubygningum. Tað størsta talið av kristnum í eini kirkju er tað, sum rúmast í eini stovu.

* Navnið er broytt av trygdarávum.

Bið fyri Marokko

  • Bið um, at tey kristnu skulu kenna seg sum eina eind tvørtur um húskirkjurnar.
  • Bið um, at fleiri onnur kristin, sum Omar, tora at stíga fram og vitna um Jesus.
  • Bið um, at familjur hjá umvendum skulu síggja kærleika Guds í teimum kristnu, so eisini tey geva lív sítt til Jesus.

Kelda: OpenDoors

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina