Tað flaggar í Nesvík í morgun

Kl 9 fyltist parkeringsøkið við bilum, har spent børn vórðu koyrd til ársins barnasangfagnað. Tríggir dagar, spekkaðir við sangi, tónleiki og rørslum.

Hetta er møguliga tann mest spennandi legan á árinum hjá Heimamissiónini. Legan, har tað bert ganga nakrir fáir minuttir at fylla øll 160 plássini, legan rúmar.

Nærum øll børnini, sum eru tilmeldað, eru longu møtt. Í geingini sótu ommurnar á leguni og tóku ímóti.

Kl 10 var fyrsta samling. Øll børnini, kamarsleiðarar, kórleiðarar og høvuðsleiðarar fingu kunning um, hvat fer at henda komandi dagarnar. Eisini fingu tey kunning um, hvat tey kunnu og ikki kunnu, tá tey eru á legu.

Skráin fyri dagarnar er tætt pakkað, so tað er gott við góðum kokkum í køkinum, sum eru til reiðar at geva luttakarunum góðan mat, soleiðis at tey orka at syngja til ætlaðu konsertirnar, sum vera í Leguhúsinum leygardagin kl 14.30 og 16.30.

Eisini tónleikararnir eru farnir til verka. Teir venja samanspæl, soleiðis at alt verður so gott, sum til ber á konsertunum.

Kundi tú hugsað tær at hoyrt sangin frá Barnasangfagnaðinum, ber til at keypa atgongumerki á atgongumerki.fo. Pláss er á konsertini kl 14.30.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina