Minningarhald teirra sjólátnu
Leygardagin 1. novembur er Allahalgannadagur.
Sum siðvenja er, skipar Føroyska sjómansmissiónin fyri minningarhaldi teirra sjólátnu.
Minningarhaldið verður á Vinnuháskúlanum, Nóatún 2, í Havn, leygardagin 1. novembur kl. 14.00.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, talar, og Uni Næs, dómpróstur, hevur andakt.
Síðani verður farið niðan í viðarlundina, har løgmaður vegna Føroya fólk leggur krans við minnisvarðan og dómpróstur heldur bøn og lýsir signingina.
Øll eru vælkomin!


Torleif Johannesen




