Halleluja, tín er æran!
Tabor.fo: Í gjárkvøldi var 25 ára fagnaðarkonsertin hjá Taborkórinum, og í dag sita vit við eini so góðari kenslu av takksemi og gleði, at orð røkka næstan ikki til.
Takk til øll, sum valdu at koma á konsertina. Tað var so ótrúliga stórt at ganga inn í eina mestsum fullsetta kirkju. Vónandi var løtan eins góð fyri tykkum, sum hon var fyri okkum.
Meðan hesar linjur verða skrivaðar, runga sangirnir enn í høvdinum – ein sangur fyri og annar eftir “…og tí syngi eg, tí tað styrkir meg”, “Eg má elska Jesunavnið”, “Soon I will be home” o.s.fr. Sangur kann bara nakað heilt serligt. Og tá ið sangurin er um Jesus, fær hann aðrar dýpdir og treingir seg heilt inn í sálina og upp um alt tað jarðiska.
Takk Jesus fyri hesa vælsignaðu løtu, tú unti okkum í Fríðrikskirkjuni í gjárkvøldi. Ein uppliving av teimum heilt stóru fyri kórið og okkum, sum varða av kórinum.
Takk til øll, sum á ein ella annan hátt hava hjálpt til. Tit vita, hvørji tit eru, og uttan tykkum var ongin konsert. Ein serlig tøkk til Fríðrikskirkjuna, Steingrund Akustik fyri ljós og sera gott ljóðbland, Carsten Fonsdal Mikkelsen fyri upptøku og Andri Gerðisá fyri myndir.
Guðs frelsu og ríku signing ynskist okkum øllum.
Nevndin fyri Taborkórið
Trúboðin

