Sum tín dagur er, skal tín styrki vera

Ein ung kvinna hevði verið seingjaliggjandi í mong ár. Ein dagin kom ein vinkona at vitja hana, og hin sjúka kærdi sína neyð fyri henni.

Hon orkaði ikki at hugsa um framtíðina, ið tóktist alt annað enn ljós. Vinkonan spurdi, um byrðan nú í løtuni var ov tung, um tað var pínan beint nú, sum hon ikki kundi bera.

Hin sjúka segði, at so var ikki. Til henda dag hevði hon fingið kraft úr erva, men tað var teim komandi døgunum, hon stúrdi fyri.

”Men, góða,” segði vinkonan við einum brosi, ”so er jú onki at stúra fyri. Tú skalt liva henda dagin við tí kraft, Gud gevur tær, og kraftin svarar altíð til umstøðurnar. Tú skalt ikki goyma av kraftini í dag til komandi dagar, tí tá ið teir koma, gevur Gud tær nýggja megi at koma ígjøgnum teir.”

Neyvan er henda unga konan nakað undantak. Tey flestu av okkum munnu helst líkjast henni meira og minni. Tað, sum fer at henda einaferð í framtíðini, tað nívir okkum longu í dag.

LES EISINI  Bumbu-skýla tænasta í Ukraina

Hjá teimum, sum sjúk eru, er kanska skjótast at falla í fátt, men høvdu vit øll – hvussu umstøðurnar eru – dugað okkum hetta, at leggja alt í Guds hond. Lívið gjørdist á tann hátt nógv lættari, og mangur ein dagur hevði lagað seg øðrvísi og betur fyri okkum.

Lati okkum royna ráðini, sum henda sjúka konan fekk frá vinkonuni.

”Kraft og ráð,” so eru orð hans blíð.
Hann vil verja hvørt eitt barn sítt kæra,
metta sálir við sítt náðiborð.
”Sum tín dagur skal tín styrki vera”
so hans lyftiríku orð.

Sunnudagsblaðið 2013

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina