Kambur hevði vitjan av sjómanskvinnuringi
Í gjárkvøldið, týskvøldið 25. novembur, var eitt serstakt kvøld fyri sjómanskvinnuringin á Strondum. Kvøldið var eisini serstakt fyri manningina á frystilínuskipinum Kambur, tí tá fingu teir vitjan av sjómanskvinnuringinum, sum hetta kvøldið taldi 14 kvinnur.
Kambur er heimahoyrandi á Strondum, og tí er Kambur eitt av skipunum, sum sjómanskvinnuringurin biður fyri.
Tá sjómanstrúboðarin herfyri var og vitjaði ringin, nevndi hann, at tað hevði verið hugnaligt og stimbrandi at vitjað umborð á Kambi, tá ein lagalig løta var.
Nú var lagaliga løtan og var hon til gleði og signingar fyri kvinnurnar og manningina.
Klokkan 19 varð byrjað við sangi og andakt, sum sjómanstrúboðarin hevði. So var aftur sungið áðrenn skiparin, Mortan Mortensen, greiddi frá søguni hjá reiðarínum og gongdini við fiskiskapinum. Hallgunn Berthelsen, forkvinna fyri ringin segði frá arbeiði teirra.
So var aftur sungið áðrenn Sóley í Selvindi takkaði og endaði við bøn.
Hon takkaði ringinum fyri teirra stóra og trúfasta arbeiði, og gav hvørjum teirra eina bók sum gávu frá skipinum. Enda var við kvøldsálminum: Breið tínar náðiveingir.
So var bjóða til kaffi, te, rísalamang og góðgæti. Huglagið var gott, og prátið gekk lívliga. Møguleiki var eisini at síggja skipið.
Tá tey vitjandi vóru farin í land kl. 21, var motorurin settur í gongd, skipið loyst og kósin sett á fiskimiðið.
Heilsanin: ‘Góðan túr og Jesus fylgi tykkum’, ljóðaði líkasum eftir umborð, tá ið kvinnurnar vóru farnar í land.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu!
Hetta er síðsti túrur hjá Kambi í ár, og tí fingu teir jólapakkarnar við.

Torleif Johannesen

