Nýggi kjallarin tikin í nýtslu
Í gjár, 30. novembur, var stórur dagur í Søldarfirði og hjá kirkjuliðinum í Bønhúsinum á staðnum. Løtan var komin, har bjóðað var inn í nýggja kjallaran, sum hevur verið undir umbygging og útbygging síðstu árini.
Tað var fyrst í 2021 at farið varð í holt við at víðka um kjallaran. Brekkað var niðureftir, so lidna hæddin varð 2,5 metrar. Eisini var brekkað niðaneftir og suðureftir, so samlaða fermetratalið er væl størri nú, enn áðrenn.
Eitt er at bróta niður og brekka. Eitt annað er at byggja alt upp aftur av nýggjum. Nógvar hendur hava arbeitt, og tól og maskinur av ymiskum slagi hava verið nýttar. Nøvn skulu ikki nevnast, men nakrir handverkarar hava verið sera trúgvir.
– Vit eru sera takksom og fegin fyri stóra sjálvbodna arbeiðið, sum er lagt í nýggja kjallaran. Harafturat fegnast vit um, at alt tilfarið er goldið. Málið hevur verið, at taka hann í nýtslu í samband við at jólatræðið skuldi tendrast, og tað eydnaðist. Tað sigur Sólborg í Grund Bøgesvang, stýrislimur.
– Vit hava verið sera spent, og fylgt væl við gongdini. Fólk hava staðið saman um arbeiðið, hava stuðlað við gávum og peningi. Tað er bæði hugaligt og mennandi fyri felagsskapin, sigur hon.
– Henning Bøgesvang, prestur, emeritus, sum er partur av meinigheitini, vígdi kjallaran í navnið Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans, og bað um signing Guds yvir arbeiðið. Tað var sera hugaligt at síggja, at umleið 120 fólk vóru við til løtuna, sigur Sólborg.
– Vit kunnu dekka til gott 60 fólk í kjallaranum. Harafturat er køkur, vesi og gongd. Í dag máttu vit eisini dekka fleiri borð uppiá. Tað var hugaligt og fólk vóru glað fyri nýggju umstøðurnar og møguleikarnar, sum kjallarin rúmar, sigur hon.
– Vit í stýrinum vilja fegin takka Gudi og øllum, sum á ymiskan hátt hava verið við til at gera hetta gjørligt. Takk fyri arbeiðið, gávur og vælvild. Vón og bøn okkara er, at kjallarin og arbeiðið í og út frá Bønhúsinum verður mongum til signingar og Gudi til heiðurs, sigur Sólborg í Grund Bøgesvang, stýrislimur.
Á Facebooksíðuni hjá Bønhúsinum í Søldarfirði er eitt sjónband, sum vísir vígsluna hjá H. Bøgesvang. Røðan, sum Jóannes Djurhus helt tá jólatræðið varð tendrað, kemur eisini har.
Sí myndir niðanfyri….
Torleif Johannesen



