Andrias og Magnus til Íslands sum volontørar

Sum liður í 2030 strategiini hjá Heimamissiónini er avtala gjørd við Andrias Garðsá og Magnus Hammer í Hjøllum um at arbeiða sum volontørar í Íslandi í eitt hálvt ár

Í summar undirskrivaðu Kirkjuliga Heimamissónin og systurrørslan í Íslandi, Kristniboðsambandið, samstarvsavtalu, sum hevur til endamáls at styrkja missiónsarbeiðið í og útfrá londunum í útnorðri.

Avtalan bleiv gjørd sum liður í 2030 strategiini hjá Heimamissiónini, har eitt av málunum er at seta meira fokus á missiónsarbeiði í útnorðri. Avtalan fevndi um ymisk øki, sum rørslurnar ynskja at samstarva um, eitt nú ungdómsarbeiði. Og nú er fyrsta stóra átakið sett í verk, tí fyrst í komandi ári fara teir báðir Andrias Garðsá úr Havn og Magnus Hammer í Hjøllum av Toftum til Íslands at arbeiða sum volontørar.

Hóast ungir, so hava báðir longu hollar royndir innan volontørarbeiði. Andrias arbeiðir í løtuni sum volontør innan ungdómsarbeiðið hjá Heimamissiónini, og hetta hevur hann gjørt í knappliga hálvt ár, har hann millum annað framleiðir HMU-podcastin. Magnus hevur í vár arbeitt eitt hálvt ár í Grønlandi sum volontør hjá donsku sjómansmissiónini, og samrøða er gjørd við hann um hetta, sum kann síggjast her.

LES EISINI  Annfríð nýggjur volontørur hjá HMU eftir summarið

Andrias og Magnus fara til Íslands fyrst í 2026, og koma teir at arbeiða fyri Kristniboðsambandið við arbeiðsstaði í Reykjavík. Høvuðsuppgávan hjá teimum verður at styrkja ungdómsarbeiðið hjá SÍK.

Kundi tú hugsa tær at arbeitt sum volontørur hjá Kirkjuligu Heimamissiónini ella hjálpt til á annan hátt, kanst tú skriva aðalskrivaran á jakup@mission.fo.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina