Vónargudstænasta í Vesturkirkjuni sunnukvøldið

Sunnukvøldið, 21. desembur, sum er stytsti dagur, verður aftur gudstænasta fyri øll í Vesturkirkjuni.

Vit hava øll nakað at bera, og summi hava nógv. Ein kann hava mist ein av sínum kæru, ein kann verða raktur av sjúku, tungum byrðum, skilnaði ella øðrum.

Vónargudstænastan er sett at birta vón. 21. desembur minnir okkum á, at nú verður ljósari, og dagurin minnir okkum á vónina, sum Jesus ber okkum. Hann, sum lat seg føða inn í okkara heim, er okkum nær, og hann hevur nakað til okkara.

Prestarnir í Vesturkirkjuni skipa fyri: Sálmar verða sungnir, stutt prædika, Petur Hans Hansen kemur at syngja nakrar sangir, altargongd verður og kirkjukaffi.

Høvi verður eisini at skriva bøn og fáa samrøðu við ein av prestunum.

Gudstænastan byrjar kl. 19.30 og øll eru hjartaliga vælkomin.

Prestarnir

LES EISINI  ALTJÓÐA gudstænasta í Vesturkirkjuni TÝSKVØLDIÐ
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina