Tilmeldingin til sangskeiðið letur upp í kvøld kl. 18

Tilmeldingin til sangskeiðið, sum verður 11.-14. februar í Nesvík (í vetrarferiuni), letur upp fríggjadagin 19. des. kl. 18.00.

Dámar tær væl at syngja? So er hetta nakað fyri teg. Sangskeiðið er sprutlandi fult av góðum rytmiskum kórsangi. Byrjað verður mikukvøld og so venja vit fleiri góðar kórsangir saman – og enda við eini konsert í stásiligu høllini í Nesvík leygarkvøld.

Mong minnast væl aftur á sangskeiðini, sum vóru á hvørjum árið – men nú eru fleiri ár síðan seinast. So vit gleða okkum til at birta nýtt lív í rytmiska kórsangin aftur.

Kórleiðari er Katrin á Borg, sum hevur nógvar royndir við kórleiðslu og er vælkend á tónleikapallinum í Føroyum.

Kostnaður fyri sangskeiðið er:

  • 895 kr íroknað gisting
  • 695 kr um tú ikki gistir í Nesvík
  • 295 kr fyri børn 1.-7. flokk
  • 95 kr fyri børn undir skúlaaldur

Tilmelding letur upp fríggjadagin 19. desember kl. 18.00 á https://mission.atgongumerki.fo/?eventId=3554631

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina