Hava bønaløtu áðrenn dystir

– Nú er hendan stilla løtan vorðin siðvenja fyri meg og eg eri glaður fyri hana. Hon hjálpir mær og hinum at hugsavna okkum um dystin, samstundis sum hon gevur íblástur til álitið á Gud og nærveru hansara – eisini á vøllinum.

Á fótbóltsvøllinum er hann lættur at fáa eyga á. Hann er 193 sentimetrar høgur, ljóshærdur og so spælir hann í miðverjuni, bæði hjá sínum felag og á føroyska landsliðnum; har tað mangan leikar hart á, og har upptøkutólini vísa hendingar fleiri ferðir.
 
Talan er um 25 ára gamla toftamannin Andrias Edmundsson, sum hevur fingið sín barndómsdreym uppfyltan – at gerast fulltíðar fótbóltsleikari uttanlands.
Fyrst spældi hann í nøkur ár fyri barndómsfelagið B68 á Toftum. Sum 16 ára gamal fór hann til Sunderland í Onglandi at spæla fótbólt og síðani til Águilas í Spania.

Gingist væl í Pólandi
Fyri hálvum øðrum ári síðani fór hann at spæla fyri pólska felagið Wisla Plock, sum var í næstbestu deildini. Teir vunnu deildina og fluttu upp í bestu deildina. Sigast má, at tað hevur gingið bæði skjótt og væl, tí nú í jólasteðginum liggja teir nummar eitt í deildini.

LES EISINI  Saman í bøn - mánakvøldið í Sandavági

Andrias hevur upplivað ymiskt á síni yrkisleið, sum óivað hevði verið spennandi at skrivað um. Tað sum her skal skrivast, er eitt av tí hann upplivdi tá hann kom til Wisla Plock, sum hann ikki hevur upplivað í øðrum feløgum.

Umstøður, venjing og annað líktist hinum feløgunum hann hevur spælt fyri. Polskt skilti hann ikki, og tað er eitt trupult mál at læra, og tí var mest tosað á enskum.
Hvat síðani hendi lata vit Andrias greiða frá:

Venjaratoymið gongur undan
– Vit fyrireikaðu okkum væl til hvønn dyst. Venjararnir siga hvør byrjar inni og ein spæliætlan verður løgd. Tá alt tað var liðugt, og beint undan dystarbyrjan, segði venjarin: “Now it´s prayer time” (Nú verður bønaløta). Venjarin dugdi ikki væl enskt, so eg skilti ikki beinanvegin hvat hann meinti við. Eg sá tá at umleið helvtin av spælarunum fóru út úr rúminum, meðan venjaratoymið og restin av spælarunum vóru eftir. Hetta hendi undan tveimum dystum, áðrenn eg veruliga skilti hvat fór fram. Tá eg so fann útav, at teir høvdu eina stutta stilla bønaløtu á umleið 3-4 minuttir áðrenn dystin, steðgaði eg eisini eftir og vildi verða við til løtuna..

LES EISINI  Saman í bøn - mánakvøldið í Sandavági

– Venjaratoymið legði upp til hesa løtuna í fundarhølinum, ella í øðrum høli. Allir spælararnir vóru vælkomnir við, men eingin var noyddur at luttaka.
Fyrst signaðu teir seg. So læs fysiski venjarin eitt orð úr Bíbliuni. So signaðu allir seg aftur, og eftir tað var stilla løtan til tøkk og bøn til Guds, sigur Andrias.

Hvussu nýtti tú løtuna? – Eg gjørdi sum hinir, signaði meg, bað Faðir vár og so signaði eg meg aftur. So var eg stillur til løtan var liðug.

Gevur íblástur til trúarlívið
– Tíðin í Wisla Plock hevur gjørt hesa bønaløtu til eina góða siðvenju fyri meg, og eg eri glaður fyri hana. Hon hjálpir mær og hinum at hugsavna okkum um dystin, samstundis sum hon gevur íblástur til álitið á Gud og nærveru hansara – eisini á vøllinum. Viðhvørt nýti eg hesa løtuna til eisini at biðja fyri familjuni og fyri onkrum sum eg kenni, og sum ikki hevur tað gott, sigur Andrias.

LES EISINI  Saman í bøn - mánakvøldið í Sandavági

– Tá eg spæli við føroyska landsliðinum, biði eg Faðir vár meðan tjóðsangurin hjá mótstøðuliðinum verður spældur. Bønin styrkir meg, eisini tí tað er bønin, eg havi biðið, síðani eg var smádrongur, sigur Andrias.

Andrias trívist væl í Pólandi. Tað hevur gingist so mikið væl við fótbóltinum, at onnur feløg hava fingið eygað á hann, so nú verður spennandi at síggja hvussu leikur ferð.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina