Landsstýrið veitir stuðul til SAT-7
Landsstýrið hevur játtað 300.000 krónur í stuðli fyri 2026 til SAT-7. Stuðulin verður latin sum partur av menningarhjálpini og skal stuðla arbeiðinum hjá felagsskapinum millum børn og ung í Miðeystri og Norðurafrika.
Stuðulin er játtaður grundað á eina umsókn frá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum í fleiri ár hevur samstarvað við SAT-7 um verkætlanir innan undirvísing, barna- og ungdómsarbeiði og hjálp til familjur í truplum liviumstøðum.
Um stuðulin sigur Jóhan Hansen, ráðgevi innan barna- og familjuøkið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini:
– Vit eru ógvuliga takksom fyri, at ein partur av menningarhjálpini verður latin til SAT-7. Vit hava gjøgnum fleiri ár fingið stuðul, sum er farin til SAT-7 Academy, at styrkja kvinnur og nú til at læra og útbúgva børn og ung. Pengarnir verða brúktir í Miðeystri og Norðurafrika. Har eru nógv lond, sum eru merkt av ófriði, fátækradømi og flóttalegum, sum er við til at gera, at nógv børn, serliga gentur, ikki hava møguleika at ganga í skúla.
Umframt menningarhjálpina savna sunnudagsskúlarnir hjá Heimamissiónini árliga umleið 100.000 krónur til SAT-7, sum eisini fara til arbeiðið millum børn og ung. SAT-7 rekur kristnar sjónvarps- og miðlarásir á fleiri málum og røkkur á hvørjum ári út til milliónir av hyggjarum í økjum, har atgongd til undirvísing og tryggar karmar ofta er avmarkað.
Carsten Fonsdal Mikkelsen
