Ein týsdagur í Nesvík

Tað er týsmorgun og klokkan er júst farin av níggju. Fleiri er longu komnir og standa og práta í salinum meðan fleiri leggjast afturat.

Vit eru í Leguhúsinum í Nesvík ein týsmorgun og nú fara vit, týsdagstoymið, at fáa okkum ein góðan morgunmat, sum húsavørðurin hevur riggað til.

Í morgun eru vit 15, sum sessast við borðið. Onkuntíð eru vit fleiri og onkuntíð færri. Í morgun er einki konufólk at síggja, men tað kemur meir enn so fyri, at fleiri kvinnur eisini eru týsdagar. Og tað er gott og alneyðugt!

Hvaðani eru hesir menninir? Jú, fleiri eru av Skála og úr Leirvík. Hinir eru úr Klaksvík, Kvívík, Rituvík, Fuglafirði, Haldórsvík, Runavík og av Argjum og Toftum. Hetta er manningin í morgun.

Lagið er gott og práta verður dúgliga um alt millum himmal og jørð. Nú eru vit lidnir at eta morgunmat og so fer húsavørðurin á føtur og lesur eina góða andakt fyri okkum og so biðja vit Faðirvár í felag.

LES EISINI  Sangfagnaðurin samlaði 160 børn til sang og felagsskap í Nesvík 

Eftir at hava ráðført seg við húsavørðin, um hvat gerast skal í dag, verður farið til verka. Tað er altíð nóg mikið at gera til allar hendur, tí Leguhúsið, sum er 33 ára gamalt, er stórt og verður sera nógv brúkt. Hvørt ár gista fleiri hundrað tals børn, ung og vaksin í Leguhúsinum í Nesvík.

Og hvat er so komið burtur úr hesi skjótt tvey árini týsdagstoymið hevur verið til arbeiðis?

Vit kunnu nevna, tvey stór, góð og ljós rúm í kjallaranum, til ítriv og annað virksemi. Tvey bøna- og samtalurúm í kjallaranum. Bátanestið er flutt og tikið í brúk. Verkstaðið er flutt oman í niðaru síðu og er skipað og ruddað. Ovara girðingin, við vøllin, sum fór í illveðri, er gjørd av nýggjum og mangt, mangt annað. Nú verður arbeitt við at klæða vangan við svalan á niðaru síðu og at gera durin undir svalanum lidnan og ymiskt annað.

LES EISINI  Sangfagnaðurin samlaði 160 børn til sang og felagsskap í Nesvík 

 Tú ert vælkomin til arbeiðis í Nesvík týsdagar. Ikki er neyðugt at boða frá luttøku. Tað er bara at møta umleið kl. 9.00, ella tá ið tað liggur fyri. Vit byrja við morgunmati og andakt og so fara vit til verka. Ábit og viðhvørt døgurði er á middegi og vit arbeiða til umleið kl. 15.00.

Øll eru vælkomin hvønn týsdag, ung og eldri, kvinnur og menn. Her er eingi krøv um útbúgving ella førleikar. Vit koma og fara sum orka og tíð er. Samanhaldið er gott og vit eru felags um uppgávurnar.

Vit hava ein bólk á Facebook til týsdagstoymið. Vælkomin í bólkin. Trýst her…

Sí myndir niðanfyri…

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina