Sunnudagsskúlin var starvsvenjing áðrenn starvsvenjingina

Fredrik Wisløff (1904 – 1986) var ein kendur norskur prestur, heimamissiónsmaður og rithøvundur. Hann var eisini kendur í Skandinavia.

Fleiri av bókum hansara eru kendar í Føroyum og nakrar eru umsettar til føroyskt. T.d. føstubókin: “Við honum út á Golgata”, andaktsbókin: “Hvíli tykkum eitt sindur”, Í búnum aldri” og “Himmalin.”

Í endurminningum sínum: “Fra et husmanssted” nevnir hann nakað frá tíðini hann læs gudfrøði í Oslo. Hann skrivar:

– Í lestrartíðini luttók eg á kristiligum møtum í Oslo og har á leið. Tað var eg fegin um. Eg fekk eina ávísa venjing í at tala og hevði samband við vanliga trúgvandi fólkið, uttanfyri lestrarumhvørvið, eg annars livdi og ferðaðist í.

Eg havi seinni í lívinum havt trupult við at skilja teir akademikarar, sum halda seg burtur frá tí vanliga kristna fólkinum. Tað stendur fyri mær sum nakað falskt og andalig fátækt.

Uppaftur størri týdning fyri meg í lestrartíðini var, at eg var sunnudagsskúlalærari. Eg byrjaði sum sunnudagsskúlalærari meðan eg gekk á miðnám, og helt fram tey fyrstu lestrarárini eg las gudfrøði.

LES EISINI  Góði Gud! Hjálp okkum at finna buksurnar hjá Karl

Tað var á ein hátt eitt sindur bundisligt, at skula undirvísa børnum hvønn sunnudag, men eg fekk í ríkt mát aftur. Á ein hátt var tað starvsvenjing áðrenn sjálva starvsvenjingina í gudfrøðisútbúgvingini.

Eg trúgvi, eg kann takka sambondum við kristna fólkið og við børnini í sunnudagsskúlanum fyri, at eg fekk góða próvtøku í royndunum í prædikulæru og í undirvísing í trúarlæru.

“At læra børnini Guds orð, er størsta kristna uppgávan.”

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina