Rópini frá Iran bróta seg ígjøgnum stongdu alnótina

«Í dag hevur fólkið í Iran, meira enn naktantíð áður, brúk fyri bønum tykkara» ljóðar frá Sat-7 PARS fylgjarum í Iran.

Tær fáu løturnar, har samband hevur verið gjøgnum alnótina hesar seinastu dagarnar, hava Sat-7 hyggjarar í Iran, sett seg í samband við okkara persisku rás og heitt á okkum, um áhaldandi bønir og stimbran um vón fyri framtíð landsins, eftir vikur við nógvum ófriði og vanlukkum.

Ein hyggjari skrivar:”Ein heilsan til tykkara. Vón okkara er frælsi í okkara landi Iran. Vit vóna at okkara unga fólk sigrar og kemur at uppliva hetta frælsi. At alt tað blóðið, sum hevur runnið hesar dagarnar, ikki hevur runnið til fánýtis.”

Leygardagin 17. jan., ásannaði leiðarin Ali Hosseini Khamenei alment, at fleiri túsund fólk vóru dripin undir mótmælisgongunum, sum byrjaðu 28.dec og skjótt spreiddu seg um alt landið.

”Biðið fyri børnunum”
Alnótin hevur verið slitin síðan 8.jan og samskiftið við Iran hevur tí verið ógvuliga avmarkað. Men seinastu dagarnar hava tað verið fáar ógvuliga stuttar løtur, har iranar hava kunna givið boð frá sær.

Annar hyggjari skrivar:”Biðið fyri Iran. Biðið fyri børnum okkara, at tey ikki vera særd ella dripin í teirra mótmæli og stríði fyri frælsi.”

Sat-7 heldur áfram við at senda sjónvarpskráðir 24/7 yvir fylgisvein og tryggjar, at øll evnini eru viðkomandi í serstøku støðuni sum landið er í.

Skráin ”Neighbourhood” Ungdómsrásin ”Generation og Hope” og barnarásin ”Church4Kids” vísa, á persiskum máli, stimbranina og styrkina í bønini til okkara himmalska faðir. Og í verki, at vísa á uppbyggjandi mátar at handfara ótta, pínu og sorg í kreppustøðu. Støðan hjá fólkinum er sera kenslusom og
tí verður boðskapurin sendur beinleiðis til teir ymisku aldursbólkarnar, har eisini verður biðið um trygd og verju til teir ungu hyggjarnar.

Hyggjari sendi boð til rásina við tøkk fyri stuðul: ”Stóra takk fyri tykkara samkenslu og vinskap. Biðið fyri sigri til fólki í vón um, at vit øll ein dag skulu síggjast aftur. Eg takki fyri hvønn einstakan tykkara, míni kæru.”
Biðið fyri øllum teimum sum syrgja síni kæru, sum eru dripin í mótmælisgongunum og fyri teimum sum stúra fyri trygdini hjá familju og vinum.

Takki fyri tær fáu løturnar, har nakrir iranar hava havt møguleikan at koma í samband við umheimin. Biðið um at alnótaslitið skjótt má enda.

Biðið um eina rættvísa leiðslu í Iran, sum fremur rættartrygd og verjir mannarættindi, fólkinum at gagni.

Kelda: Sat-7. Leystliga umsett.

LES EISINI  Stórar broytingar í Iran
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina