Tvær góðar bøkur um evangeliið eftir Markus
Hevur tú hug at lesa Evangeliið eftir Markus og eina stutta frágreiðing um sama evangeliið, so eru hesar báðar bøkur góðar at lesa saman?!
Nethandilin Manna.fo hevur útgávurnar: Frásøgnin hjá Markusi um Jesus og Møder med Jesus.
Frásøgning hjá Markusi um Jesus er elsti samanhangandi tekstur um lív, deyða og uppreisn Jesusar. Hjá Markusi lesa vit, hvussu nærverandi, hjartagóður og virkin Jesus var á ferðum sínum frá Galilea til Jerusalem. Jesus lærdi, grøddi sjúk og gjørdi undurverk.
Vøkru permuna hevur listamaðurin Hilmar J. Højgaard prýtt. Í bókini er fleiri listaverk við bíbilskum motivum eftir sama listamann og hesi seta ein heilt serligan dám á frásøgnina.
Martin Luther gav í síni samtíð út Nýggja Testamenti við endamálinum at týða í ein málbúna, sum gav vanliga fólkinum høvi at skilja tekstin.
Føroyska Bíbliufelagið gav í 2017 Nýggja Sáttmálan út, har Nýggja Testamentið er týtt til gerandismál. Hetta arbeiðið hevur verið endurskoðað og nú er fyrsta úrslitið her: ein útgáva við Frásøgnini hjá Markusi um Jesus.
Frásøgnin er í einum gerandis málbúna og hóskar sera væl til teirra, sum ikki eru von at lesa bíbilskan tekst og til teirra, sum hava hug at lesa Bíbliuna á einum gerandis samtíðarmáli.
Vit vóna, at bæði nýggir lesarar og tey, ið kenna tekstin áðrenn, fáa góðar og gevandi lesiløtur við Frásøgnini hjá Markusi um Jesus.
Kostnaður kr 179,00
>Keyp her: Frásøgnin hjá Markusi um Jesus— Manna.fo
Møder med Jesus:
Frágreiðingar til evangeliið eftir Markus
“Tey høvdu hoyrt leysatíðindi um hann og vóru nú vorðin nóg forvitin at fara at leita eftir honum.”
Jesus er tann mest áhugaverdi persónurin, sum nakrantíð hevur livað. Øll, sum møttu honum, ávirkaðust av honum. Summi við fagnaði og gleði; onnur við øði og hatri. Ongin varð óávirkaður.
Markus sigur frá hesum avbjóðandi hendingum í evangeliinum, har menniskju møttu Jesusi.
Gongur okkum soleiðis, sum tað gekk teimum menniskjum, sum møttu Jesusi, so verður torført at ganga órørd/ur.
Kostnaður kr 50,00
> Keyp her: Møder med Jesus— Manna.fo
Kristianna Johannesen
