Ungur drongur svam í fleiri tímar og bjargaði familjuni. “Gud hjálpti mær.”
Ein ungur drongur hevur greitt frá, hvussu hann heldur, at Gud helt hondina undir honum í fleiri tímar, meðan hann svam fyri at bjarga familjuni, sum var stødd í neyð út fyri strondina í Vestur-Australia.
Familjan hevði leigað kajakkir á hotellinum, har tey búðu. Hesin hugnaligi túrurin hjá Applebee familjuni gjørdist ein óhugnalig hending, tá ið sterkur frálandsvindur førdi tey til havs.
Støðan gjørdist hættislig og mamman visti eingi onnur ráð, enn at heita á 13 ára gamla sonin, Austin Applebee, at royna at koma til lands og at boða frá um støðu teirra.
Austin byrjaði at rógva í kajakk síni, men sjógvur kom í kajakina, so hann svam seinastu tveir fjórðingarnar inn móti landi.
Eftir at hava svomið í fýra tímar náddi hann loksins strondina í Quindaulp Beach og boðaði frá tí sum hent var. Bjargingarfólk lýstu gerð hansara sum “yvirmenniskjaliga”.
Drongurin hevur greitt frá, at bøn, andaligir sangir og jaligar hugsanir hjálptu honum á ferðini.
Í samrøðu við 7News Australia segði hann: – Eg haldi ikki, at tað var eg, sum gjørdi tað. Tað var Gud sum hjálpti mær.
– Aldurnar vóru stórar og eg hevði ongan bjargingarvest. Eg bað til Gud allan vegin, og eg segði við Gud: Eg vil lata meg doypa, eg vil lata meg doypa, segði Austin.
Hann segði eisini, “at hann hevði ringa samitsku”, tí hann ikki visti, um hann var komin nóg skjótt fram, so at familjan kundi verða bjargað.
Hetta hendi ein fríggjadag og sunnudagin eftir fór Austin í kirkju.
– Eg helt ikki, at eg var ein hetja – eg gjørdi bara tað, sum eg mátti gera, segði hann við BBC.
Mamman, Joanne Applebee, var bangin fyri, at Austin ikki hevði klárað tað, tí so long tíð gekk, áðrenn bjargingarfólkini komu teimum til hjálpar.
Men hjálpin kom við tyrlu og mamman og tey bæði systkini komu til lands í øllum góðum. Tá vóru tey stødd 14 km. úr landi og høvdu ligið í sjónum í umleið 10 tímar, meðan tey hildu í eina kajakk.
Øll hava tað gott og eingin fór á sjúkrahúsið.
Ja, sanniliga var hetta eitt Guds undur! Takk Gud!
Kelda: Premier Christians News.

Ásbjørn Jacobsen
