Hundraðtals fólk vendu sær til Kristus, tá ið Franklin Graham náddi „heimsins enda” við gleðiboðskapinum
Fyri fáum døgum síðani prædikaði Franklin Graham, sonur kenda prædikumannin, Billy Graham, gleðiboðskapin í syðsta býi í heiminum, og hundraðtals menniskju tóku við trúgv á Jesus Kristus sum sín Frelsara.
Tiltakið “Esperanza Ushuaia” varð hildið á José “Cochocho” Vargas Stadium í Ushuaia. Henda staðseting verður rópt “býurin við heimsins enda”, tí hann liggur umleið 650 fjórðingar frá Antarktis.
Býurin er kendur fyri at hava hægstu sjálvmorð í Argentina, og tí var høvuðsevnið á tiltakinum “vón”. Amerikanski evangelisturin byrjaði áheitan sína við at spyrja tey túsundtals, sum vóru komin saman: “Ert tú um at missa vónina?”
Billy Graham Evangelistic Association sigur frá, at Franklin Graham legði dent á frásøgnina í Bíbliuni um ein blindan biddara, sum æt Bartimeus. Markus 10. kap.
“Bartimeus hevði onga vón,” segði Graham. “Hann helt, at eingin kundi hjálpa honum. Tað var einki, hann kundi gera uttan at sita fram við vegnum … Men hann rópti á Jesus.”
“Á sama hátt er einki, tú kanst gera fyri at sleppa av við syndir tínar. Tú kanst ikki frelsa teg sjálvan. Vilt tú koma til Kristus í kvøld?” spurdi hann áskoðararnar.
Eftir at hann hevði prædikað gleðiboðskapin í fullsettari høll tvey kvøld á rað, verður sagt, at hundraðtals fólk tóku avgerð um at venda um og fylgja Jesusi.
Síðani segði Graham: “Tað var ein stór náði at fáa loyvi at prædika gleðiboðskapin her í syðsta býi í heiminum! Microestadio Cochocho var aftur í dag fullsett, og eisini var eitt øki uttanfyri við stórskíggja fullt av fólki…
Gleðiboðskapurin er, at Gud sendi Son sín, Jesus Kristus, av himli niður á jørðina at frelsa okkum. Hann tók synd okkara á krossin, úthelti blóð sítt, varð jarðaður, og Gud reisti hann upp á triðja degi!
Vit geva Gudi æruna fyri hvønn tann, sum svaraði innbjóðingini at venda um frá syndum sínum og seta álít sítt á Jesus Kristus, sum Harra og Frelsara.”
Kelda: CBN News
Ásbjørn Jacobsen






