Sópað og prýtt

Og tá ið hann kemur, finnur hann tað sópað og prýtt.
Luk. 11,25

 

 

 

Tá ið hin óreini andin er farin út úr einum mannahjarta og vendir aftur, finnur hann tað “sópað og prýtt”. Og so skuldi alt verið í lagi.

Ja, tað kundi ein kanska hildið. Men tú veitst frá Harrans orði, at okkurt ómetaliga týdningarmikið vantar.

 

Tú veitst, at hin óreini andin seinni kom aftur við sjey øðrum illum andum, verri enn hann sjálvur.

 

Og tá ið teir fara inn, festa teir búgv har.

Hvat bagir so meðni? – Tað, sum bair, er, at húsið var tómt. Tað var rúm fyri hesum andunum.

 

Eitt tómt hjarta er altíð í vanda. Tað kann vera so reint og prýtt, tað vera vil. Tá ið tað er tómt, er har kortini rúm fyri djevlinum, og hann skal víst duga at finna tað.

 

Bert eitt hjarta, sum er fylt, verður varðveitt. Tá ið Jesus býr har við trúnni, er einki rúm fyri djevlinum.

 

Tað eru mong kømur, sum eru sópað og prýdd, men í vindeyganum stendur: Til leigu.

 

Mátti títt og mítt hjarta ongantíð verið til leigu fyri djevlinum, tá ið hann kemur. Mátti hann altíð fingið tað svarið, at tað er leigað út.

Um Jesus býr har, so verður tað varðveitt.

E. Campbell umsetti