Skráin til Ársmøtið 11. apríl
Leygardagin 11. apríl verður Ársmøtið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í Leguhúsinum í Nesvík. Hetta er dagurin, tá missiónsfólk í øllum ættarliðum og úr øllum landinum koma saman at hoyra um gongdina í arbeiðinum farna árið og um ætlanir fyri framtíðina.
Skráin fyri dagin sær soleiðis út:
Kl. 14:00 Frágreiðingar
- Formansfrágreiðing v/ Hera Kjærbo, formanni
- Arbeiðsfrágreiðing v/ Jákup Brúsá, aðalskrivara
- Fíggjarfrágreiðing
- Høvi at seta spurningar og gera viðmerkingar
Kl. 15.30 Drekka
Kl. 16.00 Brellbitar frá Strategi 2030 seinasta árið
Kl. 17.30 Nátturði
Kl. 19.00 Sangmøti
- Andakt við Pól Johannesen
- Framførsla við Tabitha
- Drekkamunnur aftaná
Kl. 21.30 Ungdómsmøti
- Alfred Olsen talar
- Evni: Hvar ert tú í tínum trúarlívi?
- Framførsla við Duritu F. Lamhauge
- Drekkamunnur aftaná
Tekning er ikki neyðug til leygardag, men til ber at rinda 50 kr. fyri nátturða (børn undir 14 ár hálvan prís).
Øll eru hjartaliga vælkomin á ársmøtið!

Jákup Brúsá
