Vit ynskja kristin virði í samfelagnum
Nú er ikki leingi, til vit fara á val. Hetta er fólkaræðisins hátíðardagur – dagurin, har vit hvør í sínum lagi hava møguleika at seta okkara dám á samfelagið, vit liva í.
Tí er hetta eitt sera gott høvi at minnast til, at vit sum missiónsrørsla fegin vilja “virka fyri at varðveita kristnu virðini í føroyska samfelagnum.” Soleiðis stendur í øllum førum skrivað í felags ætlanini, sum leiðarar og sjálvboðin úr øllum landinum hava gjørt.
– Valið er ein av okkara stóru møguleikum sum borgarar at ávirka samfelagið, vit liva í. Nógv mál hava stóran týdning, men vit mugu eisini hugsa um, hvør vil varðveita tey kristnu virðini í Føroyum. Við hesum meini eg ikki bara við tey sokallaðu etisku málini, sum hava fylt nógv, men eisini við virðir, sum gagna teimum veiku, familjuni, hjúnarbandinum, børnunum og okkara frælsi.
Soleiðis sigur Jákup Brusá, aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini, ið heldur áfram:
– Kristna heimsfatanin hevur í øldir verið ramman um okkara lívsáskoðan og menniskjasýni, og hon er eisini grundarlagið undir okkara vælferðarsamfelagi. Men hesi grundvirðir eru av álvara farin at rilla í vesturheiminum. Eg fegnist um, at vit á ymsum listum síggja fólk, sum vilja varðveita kristnu virðini í samfelagnum.
At velja við teimum rættu spurningunum
Ein av spurningunum, ein eigur at seta sær, áðrenn krossurin verður settur, er: Velji eg ein politikara, ið sær menniskju við Jesu eygum – og sum vil átaka sær ábyrgd við eyðmýkt fyri Gudi?
Ein kann eisini spyrja seg sjálvan, hvør politikari best sýnir kærleika og umsorgan Guds í møtinum við børn, familjur, einsamøll og tey, ið eru illa stødd. Og hvør vil verja frælsið at trúgva og hugsa frítt í einum heimi, ið broytist skjótt.
Um gongdin er kós móti loysing – sum summi vóna – er eisini viðkomandi at spyrja: Hvønn vil eg hava at vera við til at orða grundvirðini fyri okkara land?
Tí ein grundlóg er ikki bara løgfrøði. Ein grundlóg er heldur ikki bara einføld og skjót svar í einum videobroti á TikTok. Í staðin skapar hon eitt fundament av grundleggjandi virðum, sum vit sum land og fólk ynskja at byggja okkara samfelag á.
Tí er vert at spyrja: Hví velja ein politikara í Løgtingið, sum eg ikki hevði litið hesa uppgávu til?
Carsten Fonsdal Mikkelsen
