Bíbliuskeið – við fokus á trúfesti
27. – 30. august 2026 verður árliga Bíbliuskeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í Leguhúsinum í Nesvík.
Tá koma Jonhard Jógvansson og Jákup E. Petersen at undirvísa. Teir hava tríggjar tímar hvør.
Harafturat verða fleiri áhugatímar seinnapartin leygardagin. Tímarnir verða tvær ferðir, og tí kunnu luttakararnir velja tveir áhugatímar.
Reyði tráðurin gjøgnum bíbliuskeiðið verður: “Guds trúfesti – og okkara”. Við dømum úr Bibliuni og úr kirkjusøguni, kemur at verða undirvíst í Guds trúfesti, sum jú hevur alstóran týdning.
Menniskjans trúfesti mótvegis Gudi og næstanum, er ein ávøkstur av Guds trúfesti móti menniskjum.
Trúfesti teirra kristnu skal sýna seg í persónliga gudslívinum, í trúfesti mótvegis Bíbliuni, familjuni, grannalagnum, meinigheitini, samfelagnum,..v.m.
Hetta verða spennandi og gevandi dagar, har øll eru vælkomin.
Meiri verður at frætta um bíbliuskeiðið seinni.
Torleif Johannesen


