Útskifting í høvuðsstýrinum: Martha nývaldur limur og Ragnar takkar fyri seg

Á ársmøtinum varð kunngjørt ein broyting í høvuðsstýrinum hjá Heimamissiónini. Ragnar G. Mortensen takkar fyri seg eftir 14 ár, meðan Martha H. Mýri úr Klaksvík er nývaldur limur í høvuðsstýrinum, sum er hægsti myndugleiki í Kirkjuligu Heimamissiónini.

Martha er væl kend í missiónsarbeiðinum. Hon er uppvaksin á Strondum, er komin í missiónshúsið frá barnsbeini, og missiónsarbeiðið hevur fylgt henni alt lívið. Í dag starvast hon sum lærari í samfelagsfrøði á Miðnámi á Kambsdali, og í Klaksvík hevur hon í fleiri ár verið ein virkin partur av arbeiðinum í KFUM&K. Hon er forkvinna í KFUK í Klaksvíksn og er somuleiðis tónleikaliga virkin — millum annað sum sangari í kvinnukórinum Suð. Hon sat eisini í kirkjuráðnum í Christianskirkjuni síðsta skeið.

Ragnar G. Mortensen (t.h.) takkaði fyri seg í høvuðsstýrinum eftir at hava sitið í 14 ár – her við eini heilsan frá formanninum, Hera Kjærbo.

Samstundis takkaði Ragnar G. Mortensen fyri seg eftir 14 ár í høvuðsstýrinum, og fekk hann inniliga tøkk fyri drúgva og trúfasta tænastu gjøgnum nógv ár. Ragnar er bústandi á Tvøroyri og hevur umboðað Suðuroynna í mong ár í evstu leiðsluni í Heimamissiónini. Hann er eisini virkin í staðbundna arbeiðinum í missiónshúsinum á Tvøroyri. Hann gjørdist partur av høvuðsstýrinum í apríl í 2012 – og nú eftir 14 ár hevur hann valt at takka fyri seg í hesum sessinum.

LES EISINI  Myndarøð: Góð uppmøting til ársmøtið í Nesvík

Heimamissiónin takkar Ragnari fyri trúfasta tænastu í 14 ár og ynskir Marthu Guds signing í nýggju uppgávuni í høvuðsstýrinum.

Í høvuðsstýrinum fyri Kirkjuligu Heimamissiónina sita nú:

  • Heri Kjærbo, form. (Tórshavn)
  • Bjarki Johannessen, næstform. (Toftir)
  • Annelisa Rasmussen (Strendur)
  • Hjalmar Hansen (Rituvík)
  • Olga Magnussen (Lamba)
  • Beinta Klein (Sandur)
  • Hanus Thomsen (Strendur)
  • Jógvan Garðsá (Tórshavn)
  • Martha Mýri (Klaksvík)

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina