Kvinnustevnan verður 25. apríl

Leygardagin 25. apríl 2026, sum samstundis er flaggdagur, verður árliga landsstevnan, hjá sjómanskvinnuringunum í Føroyum. Stevnan verður í Leguhúsinum í Nesvík.

Hetta er ein stevna, sum kvinnurnar gleða seg til. Tá hitta tær kvinnur um landið, sum tær annars sjáldan síggja. Tær savnast í og um Jesu navnið, og fyri at hoyra og tosa um arbeiðið hjá Sjómansmissiónini.

Dagurin byrjar við morgunmati kl.09.00. Bíbliutími verður klokkan 10.00 Klokkan 11.30 verður  áhugatími um “gráa gullið” og kl.13.00verður miðmáli. Klokkan 15. verður medarbeiðarafundur. Tá verður frágreiðing frá arbeiðinum og frítt orðaskifti um arbeiðið. Leiðslutoymið syngur.

Døgurði verður kl.18.00 og kl.19.00 verður andakt og sangur við Petur Hans og Jónhild.
Tá verða vinnaranumrini kunngjørd og enda.

Stevnan kostar 500 krónur.

Tilmelding: mission.fo/tilmelding. ella á tel.470000/229024
Evsta mark fyri tilmelding er sunnudagin 19. apríl.

Allar kvinnur eru vælkomnar!

LES EISINI  Jesus við umborð
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina