Matteus evangeliið – kapittul fyri kapittul

Vit hava valt at broyta formatið hjá HMU Podcast eitt sindur. Í staðin fyri at hava ein nýggjan gest í hvørjum parti, fara vit nú í eina nýggja røð, har vit saman ganga ígjøgnum Matteus evangeliið – ein kapittul fyri hvønn part.

Við hesi røðini ynskja vit at seta ferðina eitt sindur niður og geva rúm fyri at fara í dýpdina við tekstinum. Matteus evangeliið gevur okkum eina góða og fjølbroytta mynd av Jesusi, hvør hann er, hvat hann lærir, og hvat tað merkir at fylgja honum. Við at taka eitt kapittul í senn vóna vit at skapa eitt samanhangandi yvirlit, sum er lætt at fylgja.

Hetta er ein røð, sum ikki bara snýr seg um at lurta, men eisini um at luttaka – at lesa við, hugsa við og lata Guds orð tala inn í okkara lív í dag. Okkara ynski er, at hetta kann vera til uppbygging, íblástur og styrki í trúnni hjá teimum, sum lurta.

LES EISINI  Trúgv og gerningar

Vit gleða okkum nógv til hesa ferðina og vóna, at tit vilja ganga við okkum ígjøgnum Matteus evangeliið – kapittul fyri kapittul.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina