Hvat er trúgv?

„Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,“
Ef.2,8

 

Hvat merkir tað at trúgva? Guds orð sigur: “Av náði eru tit frelstir, við trúgv? (Ef. 2,8). “Trúgv á Harran Jesus, og tú skalt verða frelstur og hús títt” (Áps. 16,31). Men hvat merkir tað at trúgva? Hvussu kann trúgv frelsa?

 

1. Trúgv er at taka ímóti Jesusi Kristi sum gávu

Eingin hugsar um at gjalda fyri eina gávu, tí í somu løtu, vit gjalda fyri hana, er hon ikki longur ein gáva. Alt, tú kanst gera, er at taka ímóti henni og siga: Túsund takk! Tú kanst ikki arbeiða fyri hana, tú hevur hana ikki uppiborna.

Soleiðis er eisini við Jesusi og hansara frelsu. Tú mást taka ímóti honum á sama hátt. Líka sum tú trýrt upp á tann góða viljan hjá honum, sum sendir tær gávuna, soleiðis mást tú eisini trúgva, at Gud meinar tað, tá ið hann bjóðar tær eina gávu. Og tú mást taka ímóti henni. Tað er trúgvin, sum rættir hondina út og tekur ímóti. Á henda hátt verður tann Harri Jesus Frelsari tín.

 

2. Trúgv er at lata upp fyri Jesusi Kristi sum einum gesti.

“Sí,” sigur Jesus, “eg standi við dyrnar og banki uppá” (Opb. 3,20). Við øðrum orðum, hann bíðar uttan fyri tær afturlatnu hjartadyrnar hjá tær. Men hann fer ongantíð at noyða seg inn. Tú mást lata dyrnar upp. Tú mást bjóða honum inn. Í somu løtu, tú gert tað, kemur hann inn. Tá kanst tú av sonnum siga: “Jesus býr í mínum hjarta.”

Vinur mín, lat hann sleppa inn. Ver fólkaligur. Tú hevði ikki droymt um at latið ein gest staðið uttanfyri, hevði tú? Hví so lata Jesus standa útistongdan? Hví ikki bjóða honum at koma inn?

 

3. Trúgv er at koma sum ein biddari.

Tú minnist helst, at tað var júst soleiðis, at hin burturvilsti sonurin kom heim til pápa sín. Hann átti einki. Pengarnar hevði hann brúkt. Hann var í kloddum. Hann visti, at hann var óverdugur, so hann roknaði bert við miskunnseminum hjá pápa sínum. Hann kom, sum hann var. Og tað mást tú eisini gera. Bíða ikki og trúgv tí, at tú kanst betra teg sjálvan. Kom, sum tú ert, tí tú ert, tá ið samanum kemur, bert ein syndari.

 

4. Trúgv er at hava álit á Jesusi sum einum Frelsara.

Um tú vart um at drukna, og onkur blakaði tær eitt bjargingarbelti, so hevði tú ikki lætst sum einki. Tú hevði ikki blakað tað frá tær. Tú hevði trivið eftir tí. Tú hevði hvílt við allari tínari tyngd á tí. Tú hevði havt álit á tí. Tað er trúgv. Tú mást líta á ein annan. Hevur tú gjørt tað?

Hví ikki trúgva Jesusi nú? Intellektuel trúgv er ikki nóg mikið. “Hinir illu andarnir trúgv eisini, at Gud er ein, og skelva” (Ják. 2,19). At trúgva um Jesus frelsir teg ikki. Tú mást trúgva honum. Hygg ikki inn í teg sjálvan og kanna tínar kenslur. Kasta akker títt út. Gríp frelsuna í Jesusi Kristi.

 

5. Trúgv er at vita tríggjar lutir.

Tær nýtist ikki at kenna ella skilja alla Bíbliuna. Tær nýtist ikki at skilja gudfrøði (teologi) ella lærusetningarnar hjá kirkjuni. Men trý ting mást tú vita.

1. Tú mást vita, at tú ert ein syndari, og at tú ert glataður.

Tær nýtist ongan lækna, um tú ikki ert sjúkur. Tær nýtist ongan at bjarga tær, um tú ikki ert um at ganga burtur. Tær nýtist ikki at finna vegin, um tú ikki ert vilstur. Tú sært ikki, at tær tørvar ein frelsara, um tú ikki veitst, at tú ert ein syndari. Guds orð sigur: “Allir vit viltust sum seyðir, hildu hvør sína leið” (Jes. 53,6). “Øll hava syndað” (Róm. 3,23). Við øðrum orðum, tú ert ein syndari. Tú mást vita hetta og angra.

2. Tú mást vita, at tú ikki kanst frelsa teg sjálvan.

“Hann frelsti okkum, ikki fyri rættferðar gerninganna skuld, sum vit høvdu gjørt” (Tit. 3,5). “Ikki av gerningum” (Ef. 2,9). Tú kanst ikki frelsa teg sjálvan. Tínir egnu gerningar kunnu aldri á ævini frelsa teg. Tú mást viðganga hetta.

3. Tú mást vita, at Jesus Kristus og bara hann kann frelsa teg.

Eingin annar kann. “Tú skalt kalla navn hansara Jesus, tí at hann skal frelsa” (Matt. 1,21), sigur Gud. “Og ikki er frelsa í nøkrum øðrum navni” (Áps. 4,12). Muhamed kann ikki frelsa teg. Tað kunnu Confucius ella Buddha heldur ikki. Religón frelsur ongan. Tað er ein persónur, sum frelsir, og hesin persónurin eitur Jesus Kristus, hin livandi, upprisni sonur Guds. Hann kann frelsa teg frá allari synd. Vilt tú trúgva tí?

Tað, tú skalt gera, er at taka ímóti Jesusi sum tínum persónliga Frelsara. Tað er trúgv. Lat hjarta títt upp og bjóða honum inn.

“Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guds børn, teimum, sum trúgva á navn hansara” (Jóh. 1,12).

“Kirkeklokken” nr. 47/1965