Ein rá køka
„Efraim blandaði seg við tjóðirnar; ein køka er nú Efraim vorðin, ið ikki hevur verið vend. “
Hós.7,8
Hjá Hosea profeti stendur eitt løgið skriftorð: “Ein køka er nú Efraim vorðin, ið ikki hevur verið vend.” (Hós. 7,8) Køkan er bara bakað á aðrari síðuni, hon er rá hinumegin. Vit munnu øll kenna til eina ráa køku, ið hevur staðið ov stutt inni í ovninum. Hon kann síggja vøkur út omaná og úti við kantarnar; men tá ið tú skert hana inn móti miðjuni, er hon vát, tung og samansokkin.
Summi menniskju eru sum ein sovorðin rá køka. Tey byrja so væl; men so dríva tey av leið. “Begyndt er ikke endt, det må du vide,” verður sungið í einum donskum sálmi. Her í okkara skriftorði hevur ein heil ætt í Ísrael fingið hetta heitið at líkjast ráari køku, men Bíblian sigur okkum eisini frá fleiri einstøkum persónum, t.d. Sáuli. Hann byrjaði so væl, men endin bleiv ljótur.
Hvussu skulu vit so gera fyri ikki at reka av leið, men vinna upp røttu havnina? Tað vísir hetta lítla dømið, sum eg havi lisið onkustaðni:
Skúlaklokkan ringdi. Tað var fríkorter. Børnini tustu út. Tað hevði kavað, meðan tey høvdu sitið inni, og nú var allur skúlagarðurin fjaldur av einum reinum hvítum teppi. Tríggjar gentur funnu tá uppá at fara at spæla eitt spæl. Tær skuldu ganga frá skúlatrappuni og yvir til portrið, sum lá beint yvirav, og vita, hvør ið kundi gera tað beinastu strikuna. Jú, tær byrjaðu allar tríggja at ganga so varisliga fót fyri fót at fáa strikuna beina; men tá ið tær komu yvir til portrið og vendu sær á, hevði bert hin eina megnað at gingið snórbeint. Hinar báðar høvdu sløðrað til høgru og vinstru. “Hvussu bart tú teg at,” spurdu tær undrandi hina triðju, “vit royndu at gera okkum sovorðnan ómak at ganga so beint sum yvirhøvur gjørligt?”
“Áðrenn eg fór til gongu, festi eg eygu míni á porturstólpan, og so fór eg til gongu. Eg tók ongantíð eygu míni burtur av stólpanum fyri at hyggja niður fyri føtur mínar ella hyggja til viks. Eg stardi at stólpanum og gekk og gekk og gekk.”
Soleiðis mugu vit menniskju gera. Vit mugu festa eyguni á Jesus, so vit hvørki víkja til høgru ella vinstru. Tá koma vit rætt fram.
E. Campbell
Edvard Poulsen

