Góð stevna við góðari undirtøku

Leygardagin 25. apríl var árliga Kvinnustevnan hjá sjómanskvinnuringunum í Føroyum. Í besta veðri, við merkinum húnarhátt, tí tað eisini var flaggdagur, hittust kvinnur úr nærum øllum landinum í Leguhúsinum í Nesvík.

Øll árini síðani stevnan var fyrstu ferð í 1957, hevur hon verið eitt vikuskiftið. Síðstu árini hava fleiri og fleiri kvinnur valt at koma leygardagin og ikki alt vikuskiftið.
Í fjør gjørdi landstoymið av, at stevnan í ár skuldi vera ein leygardag. Tí var tað spenningur um, hvussu undirtøkan og upplivingin fór at vera.
210 kvinnur luttóku, og tað er tað mesta í mong ár. Upplivingin var eisini góð og tær flestu hildu, tað var frálíkt við einum degi.

Guds tænarar – alt lívið
Stevnan byrjaði kl. 09. við góðum morgunmati. Síðani hevði Gimmi Olsen bíbliutíma, við íblástri frá gomlu Annu Fanuelsdóttir úr Lukasi kap.2. Hóast 84 ára gomul, tænti hon trúfast Gudi, og tosaði við onnur um hann. Hon er ein fyrimynd fyri øll kristin.
Eftir ein steðg, hevði Jógvan Fríðriksson áhugatíma um “Týdningin av gráa gullinum.”  Við dømum úr Bíbliuni og tænastuni lýsti hann væl týdningin av at vera trúfastur í Guds tænastu – alt lívið. Eingin verður pensjoneraður, sum ein Guds tænari, og tí ræður um at halda á og halda út í trúnni á Kristus og í tænastu hansara – alt lívið. Signing Guds hvílir tá yvir tænaranum, sum Gud ger til signing fyri onnur.
Síðani var miðmáli og søla av lutaseðlum. Í fríløtuni var dúgliga práta og huglagið var sera gott.

LES EISINI  Kvinnustevnan verður 25. apríl

Heiðraður forkvinnur
Klokkan 15. var medarbeiðarafundur. Hetta var fyrsta stevnan við Petur Jacob Langgaard sum formanni fyri Sjómansmissiónina. Hann kunnaði um hvør hann var og takkaði fyri álitið. Leiðslutoymið, saman við kvinnunum sang tveir sangir, áðrenn Torleif Johannesen kunnaði stutt um arbeiðið síðsta árið. Nógv var at gleðast um og takka fyri.
Átta kvinnur høvdu verið forkvinnur í 25 ella fleiri ár. Seks teirra vóru á stevnu og vóru heiðraðar fyri trúgva og drúgva tænastu. Allar bóru eina tøkk og heilsan frá ringinum.
Síðani var frítt orðaskifti um arbeiðið, og fleiri tóku orðið.

Góður døgurði var kl. 17.45. Menn av Toftum og Nesi vóru tænarar. Vælsmakkandi maturin frá sjómonnunum í køkinum, var ein frøði at eta. Kaffi og ísur vóru omaná.

Síðani sungu Petur Hans og Jónhild nakrar sangir, áðrenn Petur Jacob hevði andakt.
Flaggdagur var, og tí varð flaggsangurin sungin.
Eftir hann vóru lutaseðlarnir drignir og Torleif endaði løtuna við tøkk og bøn.

LES EISINI  Ein sera góður dagur

Tøkkirnar frá kvinnunum fyri dagin vóru nógvar. Tøkkir fyri góð orð, gott huglag, góða matin, góðan felagsskap, gott arbeiði við góðum endamáli v.m.
Tað er gott og neyðugt at takka hvørjum øðrum, samstundis sum Gud skal hava størstu tøkkina.  

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina