Boðan: Eg eri uppreisnin og lívið

Jóhannes kap.11, v. 25:

Jesus segði: Eg eri uppreisnin og lívið; hvør tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann enn doyr.

Tá ið eg nú siti her við endan á hesi útmynstringini eftir 10 vikur umborð og hugsi um, at eg havi verið umborð bæði á páskum og hvítusunnu, slepst ikki undan, at tað setir tankarnar í gongd.

Taka vit fyrst tíðina undan páskum, tá frelsari okkara mátti fara ígjøgnum allar tær ræðuligu líðingarnar, kann eg ikki lata vera við at hugsa: Hví?

Hví skuldi hann ígjøgnum tað kvøldið í urtagarðinum við síðuna av Kedron ánni, har hann var so einsamallur, at sjálvt ikki hansara tættastu lærusveinar kláraðu at vaka saman við honum? Og tá ein av hansara egnu lærusveinum kom saman við vaktarliðinum, farisearunum og høvuðsprestunum at taka hann, og teir bundu hann og førdu hann burtur, enntá uttan at vita, hvar teir skuldu fara við honum, fyrst til Annas og síðani til Kajfas? 

Sum tað hevur verið eitt tungt kvøld fyri frelsara okkara, og hann visti, at hetta var ikki endin, nei, hann skuldi ígjøgnum nógv meira. Hann bleiv sendur millum Kajfas og Pilatus, og mitt í øllum hesum hoyrdi hann, at ein av hansara elskaðu lærusveinum segði: nei, eg kenni ikki hendan mannin.

Ja, hetta og alt, sum hendi um páskahátíðina, har okkara frelsari varð noyddur til at bera krossin, hann skuldi heingjast á, hetta má hava verið nakrir ræðuligir tímar.

Men, sum vit lesa í Jesaja 53:

”Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsu-bót”,

so var tað hetta, okkara frelsari mátti fara ígjøgnum, fyri at vit, syndigu menn-iskju, aftur kundu fáa atgongd til Faðirin í himlinum, tá ið Jesus á krossinum rópti: ”Tað er fullgjørt!” Vegurin til himmalin er opin gjøgnum Jesus, okkara frelsara.

Tað fantastiska við Jesusi og tí, hann skuldi ígjøgnum, tað var, at har var eingin klaga ella gremjan. Nei, hann hugsaði um øll hini, sendi sína heilsan til t.d. Pætur, sum hevði sagt, at hann ikki kendi frelsaran: Pætur, tú ert elskaður, vinur mín! Tað sama er galdandi fyri okkum, sum liva í dag, og heilsanin frá okkara frelsara, Jesusi Kristi, er tann sama: Komið til mín, eg vil hjálpa tykkum ígjøgnum dagin, og at enda, men ikki minst: verða tit verandi í mær, koma tit heim í faðirs míns hús saman við mær.

Eitt fantastiskt lyfti, vit eiga, vit, sum hava sett okkara álit á Jesus Kristus og hansara fullgjørda verk á krossinum.

Hetta er ikki ein spurningur um, hvussu okkara lív hevur verið, nei, tað, sum tað snýr seg um, tað er, at vit koma til Jesus og biðja hann um fyrigeving fyri okkara syndir og takka honum fyri frelsuna. So sær Guð okkum gjøgnum blóð sonar hansara á Golgata, har frelsuverkið varð fullgjørt.

Taka vit so hvítusunnuna, komi eg ofta at hugsa um, at frelsarin sleppir okkum ikki, tá ið hann fer heim til Faðir sín. Nei, hann tekur sær av okkum og syrgir fyri, at vit ikki eru einsamøll.

Vit lesa í Lukasar evangelium kap. 24, ørindi 49:

Og sí, eg sendi fyrijáttan faðirs míns yvir tykkum; men tit skulu halda tykkum kvirrar í staðinum, inntil tit verða íklæddir kraft frá tí høga.

Sum hetta er ein einastandandi heilsan hjá lærusveinunum at fáa, áðrenn teir skiljast frá Jesusi, sum teir hava verið saman við í so langa tíð, og vit kunnu somuleiðis lesa í Jóhannesar evangelium kap.14,1:

Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Guð og trúgvið á meg!

Ja, her sendir Jesus okkum øllum eina heilsan, har hann gevur okkum innlit í, hvat bíðar okkum, um vit verða verandi í honum. Ja, fantastiskt at eiga ein frelsara í himlinum, sum er farin undan okkum at fyrireika plássið, sum er okkara, og ikki minst, tá ið hann er liðugur við okkara bústað, so kemur hann aftur at taka okkum heim. Hetta er eitt lyfti, sum vil nakað!

Vinur mín, sum lesur hesa andakt, má Guð vælsigna teg og geva tær og mær styrki til at kalla á hann, soleiðis at vit eru fyrireikað til at møta okkara frelsara, tá ið tann dagurin kemur.

Eg komi í tankar um sangin hjá Åge Aleksanderson, har niðurlagið er:

Det er min dag i dag
Herre Gud for en herlig dag
Det er min dag i dag
Herre Gud for en herlig dag
Det er min dag i dag

Ja, eg ynski veruliga, at tann dagin, tá ið mín frelsari Jesus Kristus er liðugur við mín bústað heima hjá Guði, at eg kann syngja: det er min dag i dag, og taka ímóti honum sum mínum loysnara og frelsara og fara heim saman við honum til mín bústað heima hjá Faðirinum.

Amen í Jesu navni.

Við Bróðurheilsan
Dánjal Andreasen
Kelda: Duen                 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina