Familjulega 31.juli – 3.august 2026
Komið og hugni tykkum í Nesvík á familjulegu 31.juli – 3.august.
Familjulegan er full av hugnaligum og stuttligum løtum fyri alla familjuna, og er eisini ein góður møguleiki at knýta nýggj vinarbond, hjá bæði børnum og vaksnum.
Á skránni eru tiltøk til alla familjuna
- Familjumøti
- Juniorhugni
- Áhugatímar til tey vaksnu við Annelisu Rasmussen.
- Hugni og spæl. Í Nesvík er sera gott spælipláss, vøllur og ein hylur, har børn og vaksin kunnu brúka nógva tíð. Inni eru m.a. ítróttarhøll, fótbóltsborð, borðtennisborð og gott pláss til hugna.
Tilmelding
- Tilmelding á mission.fo/tilmelding, har eisini er møguligt at síggja prísirnar
- Tilmeldingarfreistin er 24.juli 2026.
Um legan verður fullteknað, verður ein bíðilisti at finna á sama staði, sum tilmeldingin fer fram.
Í upprunaliga partinum av húsinum eru tvær familjur í hvørjum kamari. Til ber at viðmerkja, hvørjum tit ynskja kamar saman við.
Eisini er møguligt at gista í nýggju lonini, har familjan kann hava kamar fyri seg sjálva. Hesi kømur hava eitt eyka gjald.
Trúboðin


